Ummæli av bókini „Frásøgnin hjá Markusi um Jesus“

Skrivað hevur Jóannes Purkhús,sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi.
Doktorantur í Nýggja Testamenti við Universität Münster.
Í fjør gav Forlagið Bókin, sum er forlagið hjá Føroyska Bíbliufelagnum, út bókina, Frásøgnin hjá Markusi um Jesus. Her er talan um eina endurskoðaða útgávu av týðingini hjá Hera Tróndheim, sála, av Markusarevangeliinum úr Nýggja Sáttmálanum frá 2017 (Nýggi Sáttmálin, Forlagið Bókin, Tórshavn, 2017). Nýggi Sáttmálin er føroysk týðing av donsku Den Nye Aftale, ið er Nýggja Testamenti umsett til gerandisligt, danskt mál, serliga ætlað teimum ungu.
At geva út Markusarevangeliið sum einstaka bók er skilagott og í tráð við upprunaliga endamálið hjá evangelistinum. Evangeliið er ein samanhangandi frásøgn við byrjan, miðju og enda, har lesarin fylgir Jesusi á ferðini úr Galileu – har gerningur hansara byrjaði – til Jerúsalems og avgerandi hendingarnar á páskum.
At lesa Markusarevangeliið úr enda í annan tekur einar tveir til tríggjar tímar. Við atliti at longd er tað sostatt at líkna við eina stutta skaldsøgu, sum saktans kann verða lisin í einum.
Hjá flestum okkara er tað tó helst soleiðis, at vit sum oftast lesa ella hoyra Markusarevangeliið – eins væl og aðrar tekstir úr Halgubók – í styttri brotum til gudstænastur í kirkjum ella samkomum, men sjáldan lesa ella hoyra tað í síni heild. Hetta merkir, at samlaða frásøgnin mangan kemur í aðru røð, meðan dentur heldur verður lagdur á einstøk brot ella skriftstøð. Tað er spell, tí í síni innastu kjarnu er Markusarevangeliið ein livandi frásøgn, eyðkend av gleðini at siga frá um Jesus.
Henda snøgga útgáva kann tí eggja fólki at lesa Markusarevangeliið sum eina samanhangandi frásøgn um Jesus úr Nasaret. Í so máta er útgávan kærkomin.
Flestu granskarar eru samdir um, at evangeliið eftir Markus er hitt elsta av teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti, skrivað antin stutt áðrenn ella stutt aftaná fall Jerúsalems í 70 e.Kr.
Flestu granskarar tíðarfesta evangeliið tíðliga í 70’unum (t.d. Eve-Marie Becker), meðan summir tíðarfesta tað miðskeiðis ella seint í 60’unum (t.d. Martin Hengel). Markusarevangeliið er sostatt elsta frásøgnin, ið er skrivað um Jesus og virki hansara.
Bókmentasøguliga hevur hetta evangeliið havt stóran týdning, tí tað legði lunnar undir eitt nýtt tekstslag, nevniliga evangeliiskrivingina, sum tók seg upp í seinnu helvt av 1. øld og helt fram inn í 2. og 3. øld.
Øll fýra evangeliini í Nýggja Testamenti vórðu skrivað í 1. øld, men seinni vórðu eisini onnur evangeliir skrivað, sum ikki komu við í Bíbliuna, millum annað Tummasarevangeliið, Filipsevangeliið, Judasarevangeliið og Mariuevangeliið.
Markus evangelistur er tískil at rokna sum ein bókmentasøguligur slóðari, sum breyt upp úr nýggjum og skapti eitt nýtt tekstslag, nevniliga evangeliið. Hesin táttur varð seinni tikin upp av øðrum, fyrst av Matteusi og síðan av Lukasi og Jóhannesi.
Í hvønn mun er Markus høvundur og ritstjóri? Hetta er ein spurningur, granskarar hava kjakast um í áratíggju. Mest sannlíkt er, at Markus – tá ið hann skrivaði sítt evangelium – savnaði saman og ritstjórnaði eldri, munnligt tilfar og frásagnir, ið hann hevði til taks, og skrivaði tað saman til eitt samanhangandi evangelium. Markus er sostatt bæði høvundur og ritstjóri sambært flestu granskarum.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Markus er ein bókmentaligur kveikjari, ið fekk stóra bókmentasøguliga ávirkan og veitti øðrum íblástur til eisini at fara undir at skrivað evangeliir.
Eg havi longu ført fram, at evangeliiskrivingin er eitt sjálvstøðugt tekstslag, eitt sokallað sui generis, byrjað av Markusi. Hetta merkir tó ikki, at evangeliini ikki eru í ætt við onnur tekstsløg.
Fleiri granskarar í Nýggja Testamenti (t.d. Richard A. Burridge) hava víst á skyldskapin, ið tey hava við fornar ævisøgur, sokallað „bioi“. Slíkar ævisøgur eru millum annað at finna hjá rómverska høvundanum Suetoniusi, ið skrivaði ævisøgur um keisararnar í Róm og segði frá teirri lívi og gerningi.
Aðrir granskarar hava víst á, at evangeliini eru í ætt við forna søguskriving (t.d. Eve-Marie Becker). Slík søguskriving finst m.a. hjá grikskum og rómverskum høvundum sum Herodotusi, Thukydidesi og Tacitusi, ið skrivaðu um søgulig viðurskifti so sum kríggj, stríð og bardagar.
Sjálvt um evangeliini hava nógv til felags við hesi bæði tekstsløg, er helst rættast at bólka tey sum eitt sjálvstøðugt tekstslag, sum evangeliir.
Tað er eitt serstakt stíleyðkenni í Markusarevangeliinum, at nógv ferð er á frásøgnini heilt frá byrjan.
Jesus er á ferð millum bygda, hann hittir fólk, grøðir tey, og so fer hann víðari.
Flestu setningarnir byrja við „og við tað sama (euthys)“ ella „og (kai)“, og knappi stílurin ger, at frásøgnin hevur høgt tempo.
Persónarnir í frásøgnini koma og fara, og pallmyndin skiftir støðugt. Í stóran mun er tað júst høga ferðin í frásøgnini, ið ger evangeliið hjá Markusi øðrvísi enn hini evangeliini í Nýggja Testamenti.
At lesa Markus eigur ikki at kennast sum at lesa Matteus ella Lukas, og øvut! Skal ein týðing av hesum evangelii tí hepnast væl, er alneyðugt at varðveita serstaka frásagnarháttin hjá Markusi. Ger ein týðing ikki tað, hvørvur sterkasti frásagnarligi eginleiki hansara. Hesum er týðarin sum heild komin væl frá, tí frásøgnin flýtur væl og endurspeglar – á góðum føroyskum máli – andan í upprunatekstinum hjá Markusi.
Í støðum er frásøgnin sett nakað niður í ferð, men hetta er nakað, ið flestu týðarar av Markusarevangeliinum eru felags um at gera. Týðarar munnu helst halda, at Markus evangelistur hevur dekan ov nógvan skund at siga frá síni søgu og strika tí mangan setningar sum „og við tað sama“, ið eru afturvendandi. Her er vend tó við at koma í, tí knappi beint fram stílurin hjá Markusi verður í dag mangan mettur at vera hansara allarstørsta styrki sum frásøgumaður. Fyrst tá komið verður til líðingarsøguna í Mark 9-16, setir evangelisturin ferðina niður og gerst meira grundandi og álvarsamur. Tá fylgir lesarin Jesusi spakuliga spor fyri spor, tíma fyri tíma, heilt niðan á krossin.
Hjá granskarum hevur Markus mangan staðið í skugganum av hinum evangeliunum, sum hava verið hildin at vera áhugaverdari. Í dag er hetta tó broytt, og Markus verður mettur sum ein stílmeistari í kynstrinum at siga frá eini søgu. Hann hevur als ikki sama tørv sum Matteus og Lukas at greiða nærri frá ella at próvføra, men umboðar eina einfalda og spontana frásagnargleði.
Av tí at talan er um eina lætta føroyska týðing av eini danskari týðing, er tað høpisleyst at meta verkið við støði í upprunaliga, grikska tekstinum. Yvirskipað er tó at viðmerkja, at teksturin á sannførandi hátt endurspeglar andan í upprunaligu frásøgnini hjá Markusi. Sum heild hevur týðarin fangað knappsinta og livandi stílin hjá evangelistinum, og er tað at gleðast um. Harumframt er eisini at siga, at bókin er sera vakurt myndprýdd við listaverkum eftir Hilmar J. Højgaard. Hetta stimbrar avgjørt lesiupplivingina og ger bókina snøgga og til eina estetiska uppliving.
Samanumtikið er at siga, at henda útgávan av Markusarevangeliinum kann verða bæði yngri sum eldri at gagni og verður avgjørt viðmæld øllum at lesa.
Talan er um eina væl týdda, álítandi og snøgga útgávu av mest hugtakandi søgu, ið nakrantíð er søgd, nevniliga søguni um Jesus úr Nasaret, um lív og gerning hansara.
Her er talan um bæði ein andaligan og uppbyggiligan tekst, men eisini um slóðbrótandi heimsbókmentir. Henda frásøgn, ið Markus var hin fyrsti at festa á blað, hevur umbroytt og lívgað lívið hjá fólki í milliónatali úr øllum ættum, tjóðum og tungumálum.
Hjá mær hevur henda bók verið til stóra gleði. Vónandi verður hon eisini tað hjá tær.
Keldur:
Eve-Marie Becker: Der früheste Evangelist, Mohr Siebeck, Tübingen, 2017.
Eve-Marie Becker: Das Markus-Evangelium im Rahmen antiker Historiographie, Mohr Siebeck, Tübingen, 2006.
Martin Hengel: Die vier Evangelien und das eine Evangelium von Jesus Christus, Mohr Siebeck, Tübingen, 2008.
David Rhoads et al: Mark as Story: An Introduction to the Narrative of a Gospel, 3rd Edition, Fortress Press, Minneapolis, 2012.