Skriva út

Umhvørvissálmur sungin í Havnar kirkju 30. mai 2010.

02.06.2010 Tíðindi
Umhvørvissálmur sungin í Havnar kirkju 30. mai 2010.


Sungin fyrstu ferð sum endasálmur á sangblaði undir guðstænastuni trinitatis sunnudag hin 30. mei 2010 í Havnar kirkju, tá ið Niels Pauli Danielsen prædikaði


Lag: Knút Olsen
ella Hin harða krossin til ta síðstu hvílu.


Vár móðurjørð seg sára illa gremur
av sárseyka, ið mannaættin fremur,
tí land og hav og luft um verøld víða
nú almikið av mannaávum svíða.

Tann Gud, ið skapti alt við sínum orði,
hann sær, at spilt hans skaparverk er vorðið
av okkum, sum við eirindum ei fara
og gáa ei um næstans tørv at varða.

O, góði Gud! í bøn til tín vit flýggja,
nú heimsins neyðir náa tær til skýggja,
at kristið hjartalag vit mega hava
og ikki bert inn undir okkum skava.

Og um vit halda, tað man lítið muna,
um neyðstøddum vit fegin vilja dugna,
so hugsa tó, um bert vit tystum rætta
eitt glas av vatni, ið kann tosta lætta.*

Hjálp okkum, Gud, tí trúføst tær at vera,
so vit í lýdni kærleiksgerning gera
og røkja væl tað skaparverk, vit fingu,
frá fedrunum, ið undan okkum gingu.

Tøkk, Jesus Krist! ið deyðan hevur vunnið
og brúður tíni ævigt heimland funnið
á hini jørð, Jerúsalem tí nýggja.
- Tá hesin heimur meir ei er at síggja.
* Matt. 10,42.

27. apríl 2010.
pjs