Umhugsar tú eina orgultónleikaraútbúgving?

Eftir summarferiuna verður nýtt hold tikið upp til Orgulleikaraútbúgvingina. Upptøkuroyndir verða hildnar í viku 25 í ár. Talan er um eina 3 ára útbúgving, sum eini 15-20 organistar í Føroyum hava í løtuni. Útbúgvingin kann takast síðuleypandi við annað arbeiði, men krevur at ein nýtir uml. 4 tímar um vikuna umframt eginvenjing. Gjøgnum útbúgvingina fært tú høvi at gerast ein støðugt dugnaligari kirkjutónleikari, og tí eisini meiri fakliga tilvitaður um tín leiklut sum organistur. Gjøgnum útbúgvingina lærir tú m.a. at spæla krevjandi orgulverk, sálmaspæl, forspøl og satsir, koralharmonisering, liturgi og gudstænastuvitan, um orglið (orgulkunnleika), kórleiðslu umframt mangt annað.
Í Føroyum er tilgongdin við føstum størvum enn í eini byrjunarfasu, men útbúgvingin er viðurkend í øllum norðanlondum, og øðrum londum við, og gevur tí møguleika til góð føst størv við góðari løn.
Um tú heldur teg mangla førleika, ber til at taka eitt undanskeið, har tú nemur tær førleika til upptøkuroyndina til orgulleikaraútbúgvingina. Tað er Símun Hammer, organistur í Gøtu, sum samskipar útbúgvingina o eisini undirvísir saman við øðrum góðum kreftum, og Tórshavnar Musikkskúli hýsir útbúgvingini, men sjálv undirvísingin fer fram, í samráð við næmingarnar. Til ber at lesa nærri um útbúgvingina her.
Nærri kunning fæst eisini við at venda sær til Símun Hammer á tel. 566 600 ella umvegis teldupost: simun@vrg.fo