Úlvurin kemur

Heimurin hevur altíð verið ein ótryggur heimur við stríði og ósemju her og har.
Tað, at vit í dag eru íbundin alverðsins net og pallar, ger, at vit vita alt við tað sama og síggja myndir og hoyra ljóð kring allan knøttin. Tað ger so eisini, at vit kunnu ikki skáka okkum undan ikki at vita nakað.
Onkursvegna verða vit samsek, tá vit mett og nøgd sløkkja teldu ella sjónvarp við hugburðinum: “Ja, hatta kann eg so onki gera við”.
Ikki er neyðugt at bíða til søgubøkur verða skrivaðar, tí vit síggja søguna verða skrivað hvønn dag.
Síggja fólk, sum eru valdsmikil og rík og sum við teirra orðum ræða okkum og flyta og broyta okkara gerandisdag herheima.
Við eitt er tað, sum verða allar deyðssyndirnar trykkroyndar og endavendar. Etikkur og moralur eru flutt á torgið frammanfyri okkum og vit kunnu meta og gáa um hetta.
Tað, sum vit vóna at komandi ættarlið tekur við og virðismetir, er ikki tað, sum tey dagliga síggja og hoyra í tíðindarenslinum uttan úr heimi.
Vanliga hava flest okkara fyrimyndir ella minnast orð og gerðir, sum hava flutt mørk fyri menniskju. Í dag eru tey, sum ráða fyri borgum, antihetjur og tey stýra við ótta. Ótti er effektivur at stýra og múlabinda menniskju við, bæði í heimliga húskinum og úti í heimi.
Burtur er øll okkara “koronareinsan og ruddan”, har alt varð skippað og broytt. Alt frá standmyndum og góðgæti til gloymd og goymd familjustríð vóru tikin fram og fyrigivin. Tá ruddaðu vit skáp og tankar, so alt varð lýtaleyst og reint. Og sprittað fóru vit út aftur til nýggjan dag og høvdu nokk als ikki kunnað hugmyndað okkum tað, vit síggja í dag, har heimsins leiðarar týggja sær sum óløgir og ongin vøkur orð ella hugsan eru at hóma. Sterkasti lúturin rínir ikki á.
Tykist sum alheimsins lím og klípi missa sín mátt allastaðni og alt hongur í leysum lofti.
Lond við vakrari list og bókmentum, elskaðum teknirøðum, filmi og ballet og frælsisstríðum, eru ikki at kenna aftur.
Hvør kann hjálpa ?
Í Danmark er úlvurin komin aftur at búgva.
Flest halda ein lítlan úlvahvølp verða fittan og vakran. Fólk fara út í skógin at síggja teir spæla og halda, at hetta er júst sum ein Frozen filmur ella Simba og Mufasa.
Men hvølparnir vaksa, teir fara at gletta á tonn og fólk aftra seg . Og við eitt so eru teir stórir og vilja hava størri øki at liva og veiða í og koma alsamt nærri og nærri tí vanliga menniskjanum, sum vil hava hann burtur, inn aftur í myrkan skóg.
Sum ein paralell søga til rík og máttmikil menniskju, ið vit hava hildið verið dugnalig, men sum vit nú ræðast.
Hoyrdi panel í Danmark tosa um, hvat tey kundu gera, so úlvarnir og menniskjuni kundu liva saman. Har kom ein rúgva av ráðum og hugskotum, men ongi sýntust at vera ok.
Men so segði ein :” Hvat við einum hirða ?”
“Hirða”, spurdi tey undrandi, “hvat meinar tú við ?”
“Jamen”, svarað hann, “tá øll onnur stinga av, tá á stendur og úlvurin kemur, tá er hirðin har, hann verur verandi og verjir.
Vit kenna Hirðan, sum er kærleikans kelda, sum rekur út allan ótta.
Í okkara so kaotiska heimi, har vit ikki vita, um vit eru keypt ella seld, har er tó ein máttur. Við okkara heila ber illa til at fáa fastatøkur á honum, men vit tráa eftir, leingjast eftir, leita eftir tí, sum má vera betri enn okkara kærleiki, okkara góðska, tað má vera nakað størri og betri enn tað sindrið, vit menniskju megnað. Tað má bera til at vinna á tí ónda við tí góða.
Alt tað “størri” og “meiri” er Hirðin.