Skriva út

Tvøroyrar kirkja 100 ár.

03.05.2008 Tíðindi

Tað var hátíð og rómur á fólki. Merkið veittraði í húnar hátt. Tjóðareyðkenni Føroya hvítt, blátt og reytt. Hetta er samleiki okkara ristur á dúk. Merkið er ímyndin, at her livir tjóðin í gleði og sorg undir krossins merki.

Hon sá í síni hábornu tign út yvir lendið og Trongisvágsfjørð. Ein viti, eitt stavnhald. Kirkjan sum bygningur er snotiligt handverk. Hon er væl hildin. Fólkið nemur sálina í sjálvum húsinum. Ikki húsið sum hús, men húsið sum vígdur halgidómur. Her býr hin livandi Guð, - eisini her.

Í einum kirkjuliði er tað gott at hava góðar og hóskandi karmar. Gudshúsið eigur at hava eina útsjónd, ið er sambærlig við tað innihald, kirkjan sum bygningur er karmur um. Væl er úr hondum greitt, og kærleiki fólksins til kirkjuna er eyðsýndur.

Vit vóru í føðingardegi, og vit hoyrdu tøkkina kvøða lovsang. Tað ræður um at lurta inn til sálina, so tú kanst siga frá, hvat tú hevur hoyrt og sæð. Og tað vit sóu og hoyrdu styrkti vára trúgv.

Besta tilfeingið kirkjan eigur er fólkið. Vit hava øll eina uppgáva, og tað ræður um at lurta seg inn til andadráttin í kirkjuni. Tey, ið leita og hava stundir at lurta, hoyra andan, síggja nakað, sum er vert at siga frá.

Klokkarin boðar til halgan fund. Urguleikarin við urguna. Deknurin lesur við lestrarfjøl. Tey, ið halda kirkjuna við líka og tey mongu, sum gera sín gerning í tí stilla. Sum í øllum stórum verkum, so er tann berandi eindin ósjónlig. Bøn og forbøn, trúfesti og tær súlur, sum við at vera í kirkju eru livandi steinar í halgidómi Guðs.

Tað var hátíð á Tvøroyri Krists himmalsferðardag, hin 1. mai 2008, tí kirkjan fylti 100 ár. So gomul, og tó so livandi. So gomul, og tó so virkin. So gomul og so vís í sínum aldargamla vísdómi.

Tað er júst henda fedranna arv, ið fólkakirkjan livir í og ber víðari fram á leið. Kirkjan umboðar ein arv, ein vísdóm, ið er vaksin við árunum sum skipað siðvenja. Og skulu vit sjálvi gerast vís, so mega vit hava stundir at lurta. Tað krevur tíð, og kirkjan er ongantíð nøkur skjót loysn. Kirkjan er harafturímóti ein varandi loysn í eina øld og í eina øld afturat.

Stórt fyrireikingararbeiði lá aftan fyri hátíðarhaldið. Væl lagt til rættis, og so væl hóskandi fyri fólkakirkjuna. Hátíðarhaldið hevði eina fólksliga breidd, her var nógv ymiskt á skránni bæði fyri leik og lærd.

Velji at avmarka meg til sjálvan føðingardagin av verkligum ávum. Fór norður aftur fríggjamorgunin.

Gudstænastan var nakað serligt. Kirkjan var fullsett, og í langa tíð fara vit at minnast tann stóra skaran, ið kom til altars. Sóknarpresturin hevði skipað altargongdina øðrvísi, enn vit vanliga gera. Fólkið kom til altars, og prestarnir hildu fram út í eitt. So hvørt vit høvdu notið Harrans likam og blóð, reistust vit og fóru oman aftur í skipið at sita. So komu onnur í okkara stað. Tað gekk væl. Ein felagsskapur um borðið ein føðingardag. Gudstænastan var so hóskandi drúgv, tveir tímar og tíggju minuttir. Og tað er ikki ov mikið ein hátíðardag.

Sálmasangur sum felagssangur og kórsangur. Kirkjukórið Ljómur setti dám á. Kórið sang tey gomlu liturgisku liðini, Kyrie og Gloria, Credo og Sanctus. Tað var so hugtakandi og vakurt. Sum ein vitjandi dani tók til, “at tit í Føroyum duga at syngja”. Vit siga sjálvsagt ja og leggja afturat, gævi so altíð verður.

Eftir gudstænastuna var døgurði fyri innbodnum. Har vóru landsins hægstu, løgmaður og landstýriskvinnan. Bæði tvey bóru fram kvøðu. Landsstýriskvinnan undir borðhaldinum kl. 14, og løgmaður undir borðhaldinum kl. 18. Virðingin fyri kirkjuni var eyðsýnd í orðum teirra, og vit, ið varða av kirkjunnar leiðslu gleddust. Vit hoyrdu tónan í tí sagda, og tey, ið hava hoyrt tónan, hjartaslagið, fingu møguleikan at bera ljóðið víðari. Eisini tað jaliga smittar.

Tað vóru so nógv onnur, ið søgdu góð orð. Velji einans at nevna tey almennu. Vit, sum eru almenn, mega liva í tí almenna rúminum, har næstan einki er privat. Men tað vakrasta eg sá og hoyrdi, sá og hoyrdi eg í fólksins eygum, teirra medferð, teirra tøkk og andsbornu kvøðu. Fólkið helt heilagt, fólkið hugnaði sær. Tað var jú føðingardagur og ikki ervi.

Á mangan hátt kom breiddin í fólkakirkjuni til sín rætt. Lat okkum t.d. taka borðhaldið í Ítróttarhøllini á Tvøroyri. Frásøgumaðurin, Marnar Lisberg, stýrdi væl og siðiliga, fekk okkum at kenna hugnan í einum glaðum føðingardegi við virðing fyri kirkjuni og tí, ið heilagt er.

Ítróttarhøllin segði eina hundrað ára gamla søgu. Spennandi myndaframsýning við fotomyndum umboðandi eina heila øld. Áhugavert at geva søguni gætur, tí søgan er okkara uppruni. Undir borðhaldinum hoyrdust ljómandi tónar. Kirkjukórið Ljómur sang. Kórið í Missiónshúsinum sang, og Tvøroyrar Hornorkestur spældi. Millum annað hetta er fólkakirkjan, - breiddin, fólkið og ymiskleikin.

“Kirkjuliðið á Tvøroyri! Hjartaliga tillukku við kirkjuni. Takk fyri eitt frálíkt hátíðarhald, ein lívsjáttandi rødd í tí føroysku fólkakirkjuni!”

Harrin signi fólkakirkjuna, og Harrin signi sítt fólk um víðu verøld.

Við tøkk,

Føroya Biskupur.