Skriva út

Tvinni val sama dag

26.02.2010 Tíðindi
Valmynd AI (002)


Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. Í fjør heyst vórðu kirkjuráðini mannað av nýggjum. Sjálvt um beinleiðis val ikki var nógvastaðni, so var útskiftingin av ráðslimunum stór hóast alt. Skipanin staðfestir, at kirkjuráðini endurnýggja seg við beinleiðis vali og uttan val.

Til kirkjuráðsval hava allir limirnir í fólkakirkjuni valrætt. Tann stóra fjøldin hevur møguleikan at tala sína søk bæði við at gera vallista, lata seg uppstilla og síðani velja.

Týsdagin 30.mars 2010 er talan um tvinni onnur val, har kirkjuráðslimirnir velja sína umboðan í Próstadømisráðið og Føroya Stiftststjórn. Á hesum sinni eru tað tey fólkaræðisliga valdu umboðini, ið umboða fólkaræðið.

Próstadømisráðið telur fimm limir. Dómprósturin er føddur limur, og kirkjuráðslimirnir velja4 limir í ráðið.

Føroya Stiftsstjórn telur 3 limir. Biskupurin er føddur limur, og Mentamálaráðið tilnevnir ein lim. Tann triði limurin í stiftsstjórnini verður valdur av kirkjuráðslimunum.

Sjálvt um kirkjuráðslimirnir bæði gera listan og velja, so er opinleikin munandi størri. Valbærir til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.

JF.