Skriva út

Tveir listar til valið – Stiftsstjórnin 2008

04.02.2008 Tíðindi
Valmynd AI (002)

Val er til stiftsstjórnina. Valið fer fram í februar mánaði. Tá tíðarfreistin fyri uppstilling var úti hósdagin 31. januar 2008, vóru tveir listar komnir valstýrinum í hendi.

Júst hetta valið er spennandi, tí her hómast nakað nýskapandi. Tað er á fyrsta sinni í føroyskari kirkjusøgu, at kirkjuráðslimir fáa beinleiðis ávirkan á stiftsstjórnina. Í mangar mátar eitt frambrot fyri fólkaræðið í fólkakirkjuni.

Talan er um tveir listar. Listarnir eru talmerktir í tí raðfylgju, sum teir komu valstýrinum í hendi. Tað samlaða atkvøðutalið á einum lista er avgerandi og sigur frá, á hvørjum lista tann valdi er at finna.

Valevnið, ið hevur fingið flestar persónligar atkvøður á listanum, ið hevur fingið flestar atkvøður, verður limur í Føroya Stiftsstjórn frá 1. mars 2008 til 31. mars 2010.

Valevnislisti 1 :
Niklas Foldbo, Toftir.
Eyðbjørg Gaard Midjord, Trongisvágur.
Tummas Lauritsen, Miðvágur.
Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði.

Valevnislisti 2 :
Halgir Winther Poulsen, Hoyvík.

Tað eru kirkjuráðslimirnir, ið velja, og valið fer fram á kirkjuráðsfundi.
Valstýrið skal hava atkvøðuseðlarnar í seinasta lagi tann 22. februar 2008, kl. 12.00. Adressan er : J. Paturssonargøta 20, Box 8, 110 Tórshavn.