Skriva út

Túrur nr. 64

26.08.2011 Tíðindi
Túrur nr. 64

Hetta er túrur nr. 64, sum Absalon Matras av Norðoyri fer á í nátt við Norrønu - Hesaferð við nýggjum bussi. Bussin hevur hann keypt úr Madrid, júst fyllur 8 ár.

Hesin bussurin er størri enn hin burssurin, Absalon hevur nýtt til hesar ferðir. Hann hevur størri maskinu og størt viðførisrúm, so til ber at hava hópin meira við av vørum við til fólkini, Absalon hevur vitjað nú í fleiri ár.

Hesaferð gongur leiðin til norður Rumenien, og vænta tey at vera frammi mikukvøldið í næstu viku. Við í ferðini eru 11 fólk. Av teimum tveir bussførarar, sum kunnu loysa Absalon av, Anskar Hansen og Regin Dam.

Tá ið tey eru komin fram, leiga tey minni bilar at koyra við til smáu bygdirnar at geva teimum ymiskt, tey hava tørv. Har eru at kalla ikki vegir millum bygdirnar, men koyra tey eftir vølli fyri tað mesta. Við í bussinum eru klæði, skógvar bæði til vaksin og børn, grýtur og pannur, sengur, madrassur og dýnur o.m.m. Ikki er loyvt at hava leikur við til børnini.

Tá ið hesin bussurin er væl løddur, er eftir í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni uppí ein fullan buss afturat.

Absalon biður heilsa og siga hjartans takk fyri tað hjálp og beinasemið, hann hevur fingið alla staðir í sambandi við ferðir sínar.

Vit ynskja Absalon Matras og fylgi hansara góða ferð.

Orð & Myndir: Dávur Winther