Skriva út

Tummas og vit onnur

18.04.2023 Tíðindi

Í hesum døgum fegnast flest okkara um byrjandi vøkstur, um smálomb, sóljur og páskaliljur.

Enn einaferð eru beru og naknu trøini um at verða grøn aftur við sevjumiklum bløðum og nælandi vøkstri.

Og vit hava havt páskir. Hava kókað og litað egg. Hava sagt ommubørnum frá, hví vit gera tað. Eggið, sum tekin um byrjandi lív, júst sum páskaboðskapurin sigur okkum. Eins og harða skalið á egginum er harða grøvin, men eins og lívið vellur úr egginum, soleiðis eisini úr grøvini.

Ella? Ger tað nú tað?

Eru páskirnar ikki bara gular og yndisligar kulissur við langtíðarsteiktum lambsbógvi og kremeggum frá Cadbury?

Tá guli páskadúkurin er vaskaður, strokin og lagdur uppá pláss til næstu páskir, so eru páskirnar og orðini, sum hoyra til burturi og gloymd?

So leingi alt gongur sum eftir ánni og vit liva okkara lív við ferð til Gran Canaria og Alpurnar eina ferð um árið, eitt studentagildi her og har og onkur rundur føðingardagur, so eru vit nøgd og takksom, ella?

Tað hava givist løtur og løtur fara at koma, tá menniskjað verður tikið til viks og missur tamarhaldið á vanliga mikudegnum.

Tá tað óvæntaða hendir, tá vit missa ein vit eru góð við ella tá vit ivast í, um páskaorðini røkka restina av árinum.

Tí ivan hava vit fingið í vøggugávu og ivin er sum ein “smiley skipan”, sum kannar eftir um trúgvin hjá mær er sunn og sum hjálpir mær at hugsa nýggja tankar.

Og vit undrast á lívið og deyðan. Trúgva at lívið hoyrir hesumegin til, hinumegin er onki.

Við hvørt vísa vit á, “at her er hesin ella hasin jarðaður,” vit vísa á gravirnar, har beinini liggja.

Víkingagravir í Tjørnuvík, bein av biskupum undir gólvinum í Kirkjubøar kirkju, James Bond, kæri charlatanurin, sum so mangir hava øvundað ella droymt at verði kvinnan, sum eina løtu var í hansara lívi, ja hann “jarðaðu” vit í Føroyum og settu stein á. Liðugt bumm.

Vit ímynda okkum tað paradisiska, og ofta eru tað støð fjart frá okkum. Vit upphugsa Utopia og Neverland, men tey eru ikki til.

Men einaferð fyri nógvum árum síðani var ein grøv tóm og lívið velti út. Jósef frá Arimateu átti hana, og ivaleyst hava tey, sum tóku Jesus niður av krossinum, sagt:

“Takk fyri at vit kunnu lána grøvina, men tað verður so bara fyri eitt vikuskifti”.

Og so var! Og so lesur mann ótrúligu orðini um Tummas, sum ikki trúði, hann sum hevði sæð og upplivað so nógv, ja, hann kravdi eitt tekin fyri at kunna trúgva.

Men tað steðgar ikki við tómu grøvini hjá Jósefi úr Arimateu, tí sagt verður, at hvørja ferð eitt menniskja verður sannført og trýr, at nakað annað og meira er til, enn tað vit kunnu viga og máta, so “rísur Jesus”, so at siga, upp aftur og verður livandi júst fyri tær ella mær.

----

Sí fleiri klummur hjá Armgarð Arge her.