Skriva út

Tummas Lauritsen valdur

22.02.2008 Tíðindi
Stórur áhugi var fyri valinum til Føroya Stiftsstjórn. Tveir listar komu inn. Tann fyrri listin hevði fýra valevni. Á tí seinra listanum var eitt valevni. Freistin at greiða atkvøðu var úti í dag kl. 12. Upptalt varð kl. 13.

387 kirkjuráðslimir í 59 kirkjuráðum nýttu møguleikan at atkvøða. Tað er at frøast um, at fólkaræðið í fólkakirkjuni virkar.

Valevnið, ið hevur fingið flestar persónligar atkvøður á listanum, ið hevur fingið flestar atkvøður, verður limur í Føroya Stiftsstjórn frá 1. mars 2008 til 31. mars 2010.

Valevnislisti 1 :
Niklas Foldbo, Toftum                               68 atkvøður
Eyðbjørg Gaard Midjord, Trongisvági     31 atkvøður
Tummas Lauritsen, Miðvági                    77 atkvøður
Mamy Dahl Sørensen, Viðareiði             22 atkvøður
Valevnislisti 1 til samans                       198 atkvøður

Valevnislisti 2 :
Halgir Winther Poulsen, Hoyvík            182 atkvøður

7 atkvøður vóru blankar.

Sostatt er tað Tummas Lauritsen, sum kirkjuráðslimirnir hava valt í Føroya Stiftsstjórn.