Skriva út

Trý fingu sítt PO-prógv

15.06.2012 Tíðindi
Trý fingu sítt PO-prógv

Eftir at hava stríðst fyri tí í samfull fýra ár, fingu tríggir urguleikarar handað PO-prógv síni mikudagin.

Hesi trý eru Jón Magnus Joensen av Argjum, Jonni Dahl Hansen úr Saltangará og Magni Husgaard úr Klaksvík.

Við hesum prógvinum í hond hava tey fingið eina yrkisútbúgving sum urguleikarar og kunnu nú – um áhugi er til tess – søkja um størv í Danmark á jøvnum føti við danskar umsøkjarar.

Tá tey fingu PO-prógvini (Preliminær Organisteksamen) handaði á Musikkskúlanum kom greitt fram, at hetta er eitt prógv sum krevur seriøst arbeiði, úthaldni og sjálvandi nógv urguspæl.

Hesi fýra árini hava tey verið ígjøgnum eina umfatandi undirvísing í øllum tí sum hevur við kirkjutónleik at gera. Tey hava millum annað sjálvi roynt seg sum kórleiðarar, bæði hjá børnum og vaksnum, hava skrivað tónleik sjálvi og ein hóp av øðrum evnum, sum hava gjørt Jón Magnus, Jonni og Magnus betri før fyri at røkja starvið sum urguleikarar.

Tað góða við hesum er, at fleiri aðrir urguleikarar eru til reiðar at byrja hesa undirvísingina eftir summarfrítíðina.

Hetta fer vónandi at gera sítt til, at tørvurin á urguleikarum við tær føroysku kirkjurnar kann nærkast eini loysn.

Orð og mynd: SB