Skriva út

Trúgv og samfelag: Fosturtøka og lóggáva

18.11.2022 Tíðindi

21. novembur kl. 19:00 verður fosturtøka og lóggáva á skránni í Auluni í Finsen.

Tá tað um fosturtøku ræður, verður aloftast rópt úr skotgravunum, og fá – um nakar – hoyrir nakað. Svarini tykjast skjóttsøgd, frágreiðingarnar fáar og valla slepst niður í dýpd.

Trúgv og samfelag er tiltak har tíð er at tosa. Í hesum føri um fosturtøku og lóggávu.

Háskúlin í Nesvík spyr tí: Hvat sigur gynokologurin um fosturtøku? Hvat sigur presturin? Og fosturtøkulógin, er hon ein avoldað sak, sum eigur at verða dagførd?

Um ja, hvussu? Um nei, hví ikki?

Diana Reynstind og Jonhard Jógvansson hava hvør sín stutta fyrilestur, og aftaná kaffi verður politikst orðaskifti millum Bill Justinussen, Sirið Stenberg og Una Rasmussen. 

Tiltakið er ókeypis, tó er gott um tú meldar teg til herso fyrireikarnir vita áleið hvussu nógv fólk koma.