Skriva út

Trúføst kirkjufólk í Bø

26.08.2010 Tíðindi
Trúføst kirkjufólk í Bø


Jóannis Petersen, lærari, er deknur og kirkjuráðslimur í Bíggjar kirkju. Hóast bygdin er lítil er gudstænasta hvønn sunnudag, og tey eru heldur ikki undirmannað við kirkjutænarum.
– Vit eru tveir deknar sum skiftast, og vit hava fastan organist, so tað stendur bara væl til, sigur Jóannis.

Kirkjan er pen bæði uttan og innan. Hon er opin og tykist passalig í stødd.
– Hetta er elsta kirkja í Vágunum. Hon hevur fingið ymsar umvælingar og er í góðum standi. Vit fingu nýtt orgul í 1991, og tað er gott til okkara brúk, sigur Jóannis.

– Tað koma millum fimm og tíggju fólk í kirkju. Tað er sjálvandi ikki nógv, og tí merkist tað beinan vegin, um onkur er farin av bygd eitt vikuskifti, sigur Jóannis, sum tó fegnast um, at tað eru kjarnukirkjugangarar, sum gera tað gjørligt at hava gudstænastu hvønn sunnudag.

Ferðafólk leita sær ofta til Bíggjar um summarið, og tað merkja tey sunnumorgnar.
– Tað eru fleiri føroyskar familjur, sum hava tilknýti til bygdina, sum ferðast hertil um summarið. Tað merkist sjálvandi væl til gudstænasturnar, tá ið vit fáa gestir. Tað fegnast vit um. Bø er ein bygd í vøkstri. Tað verða hús bygd, og tað eru nógvar barnafamiljur í bygdini. So framtíðin sær bjørt út fyri bygdina og kirkjuna, sigur Jóannis Petersen at enda.

Orð & mynd: Heini Kristiansen