Skriva út

Trøllanes: Hoyr, sum tað stormar har úti

29.03.2023 Tíðindi
Grimdarregn og nógvur vindur á Trøllanesi, tá hann er eystan í ættini

Her mitt í ódnarveðrinum kundi kirkjufólkið síggja og hoyra náttúrukreftirnar leika í uttanfyri. Samstundis kundu tey sita í friði og náðum innanveggja og hoyra boðskapin um Hann, sum kom í heimin at geva fólki frið, sálarfrið”.


Føstugudstænasta: Ikki var lætt at sleppa undan einum parti av niðurlagnum í sanginum ”Kom, sum tú ert, nú til Jesus”, tá klokkan nærkaðist 8 mikukvøldið.

Lýst var nemliga við føstugudstænastu á Trøllanesi hetta kvøldið. Skipanin er so í føstuni, at ein av seks kvøldargudstænastum er í bygdini. Her er eingin kirkja, og tí verður skúlin brúktur til endamálið.
Tað var heldur ikki hvør sum helst, ið var boðin til bygdar hetta kvøldið: Jógvan Fríðriksson. Tað er helst ikki á hvørjum degi, at ein so fjarlagin bygd fær vitjan av okkara bispi.
Hinvegin var tað kortini eitt, ið kundi havt avgerandi ávirkan á gudstænastuna. Veðrið hetta kvøldið var ikki nógv at reypa av: Vindurin var nógvur av eystri og landnyrðingi, sum eru ringastu ættir í bygdini, við hvirlum upp í 29 m/s.


Eyðun Eliassen er deknur, og hann sum byrjaði gudstænastuna við inngangsbønini

Verri var, at tað ikki bara regnaði, men talan var um satt grimdarregn. Ja, onkur kundi kanska hildið, at gudstænastan átti at verið avlýst, tí neyvan mundi nakað av oyggjafólkinum hætta sær út eitt slíkt ilsligt kvøld.
Men nei, - øll hesi ivamálini og fyrivarnini rinu ikki við fólkið á Trøllanesi ella gestirnar, sum vóru komnir úr grannabygdini og øðrum oyggjum. Nú var gudstænasta á skránni, og tá kann hvørki brim við strond ella ísur í skor forða teimum vegin at fara í kirkju.
Veðurforsøgnin hevði boðað frá ófantaliga veðrinum, men nú var altso bispur komin til bygdar. Hann steðgaði fyrst á hjá dekninum, sum býr næstur við skúlan, ið var niðurlagdur fyri nógvum árum síðani.
Tað var júst her, at niðurlagið í áðurnevnda sangi brádliga kom til sín rætt. Her sigur skaldið, Thomas B. Barratt soleiðis: ”Hoyr, sum tað stormar har úti. Her, her er friðfult og ljóst!”


Dagsins sálmar í ymiskum durum

Í skúlanum vóru ljósini longu tendraði. Klokkan var farin at ganga til 8, og fólk sóust fara frá húsum, onkur spelandi millum tættu regndroparnar við kós móti skúlanum. Nei, her var sagnorðið ”at avlýsa” ikki nevnt av nøkrum.
Løtu seinni skuldi kirkjufólkið staðfesta, at bispur so sanniliga var ”up-to-date” við boðskapi sínum. Hann ynskti júst at tosa um týdningin av teimum stillu løtunum, har vit kunnu hugsavna okkum um okkara egna lív og okkara tilveru.
Her mitt í ódnarveðrinum kundi kirkjufólkið síggja og hoyra náttúrukreftirnar leika í uttanfyri. Samstundis kundu tey sita í friði og náðum innanveggja og hoyra boðskapin um Hann, sum kom í heimin at geva fólki frið, sálarfrið


Skúlastovan á Trøllanesi, sum eisini verður brúkt til gudstænastur.

Bert eitt bert borð
Nøkur av kirkjufólkunum eru møtt í góðari tíð. Ein teirra er Magnus Eliassen og konan. Hann er ættaður úr grannabygdini, Mikladali, og hevur í kvøld tikið tvær rættiliga týdningarmiklar uppgávur upp á seg.
Í fyrsta lagi er hann privatsjaførur hjá Fríðriksson bispi – allan vegin úr Klaksvík, umborð á Sam og síðani eftir smala landsvegnum og gjøgnum mongu og smølu tunlarnar til norðastu bygdina á Kalsoynni.


- Nógv er at siga tøkk fyri, at vit, hóast alt hava heilsuna at fara frá húsum til gudstænastu her, segði Jógvan Fríðriksson

Tann seinna uppgávan krevur munandi meiri av Magnusi, sum annars er organistur í Mikladals kirkju. Hann kundi saktans spælt sálmarnar í kvøld, men her í skúlanum finst einki ljóðføri. Hann hevur tí játtað at syngja fyri til teir fýra sálmarnar, sum bispur hevur valt.
Nú, tann seinna uppgávan skal loysast, hevur Magnus eittans, ella rættari sagt tvinnandi ynski: Allir sálmarnir skulu syngjast í góðum tempo, og haraftrat í rættari tónalegu. Í so máta er hann heppin, tí ein av teimum, sum eisini er komin tíðliga til gudstænastuna, er ein annar urguleikari.
Teir báðir sita eina løtu og práta saman um tónalagið, sum sálmurin skal syngjast í, kanska F-dur ella heldur lægri, í D-dur, og murra síðani lagið eftir tí, sum hin fær fram við ljómborðinum á fartelefon síni.

Úrslitið av hesum samráðingum verður, at ein sálmur verður lækkaður nakað, meðan tað ber væl til at syngja hinar tríggjar soleiðis, sum Magnus hevur avgjørt frammanundan.
Onkur vildi nú kanska sitið og hugt eftir klokkuni, og bíðað eftir at klokkarin skal útføra sína uppgávu. Men her er altso eingin kirkjuklokka, sum kallar fólkið til hesa føstugudstænastuna. Her er einki orgul, og eingin organistur at spæla preludium. Og her er heldur einki altar við ljósastakum og altarprýði, eins og aðrastaðni. Bert eitt bert borð.

Úr Thailandi til Trøllanesar
Nú hoyrast fótafet í gongdini, ella forkirkjuni, um ein velur tað orðið. Ein drongur sigur okkurt við mammu sína, men bert 1-2 av kirkjufólkunum skilja, hvat hann sigur, ella hvat mamman sigur.

 

Tá ein hvørki skilir prædiku ella sang, er gott hjá einum smádrongi at hava okkurt við at stytta sær stundir við

Hetta eru eitt foreldrapar og sonur teirra, sum eru komin alla ta longu leiðina úr Bangkok í Thailandi til Trøllanesar at vitja skyldfólk. Dóttir teir var longu komin í kirkju, og nú komu hesi trý og settu seg aftarlaga í stovuni.

Tey fingu sjálvandi eina sálmabók í part, men ivasamt man vera, um tey skilja nakað av tí, ið sungið verður. Sama ger – tey munnu í øllum førum skilja orðið Jesus. Skilja tey tað, so var henda gudstænastan ikki til fánýtis.

- Nå, sigur bispur, hvørs ur man ganga eitt sindur skjótari enn hjá hinum. - Klokkan man vera 8 nú. Skulu vit ikki bara byrja?



Onkur hyggur beinanvegin eftir sínum uri, og talar hálvavegna at. - Nei, góði. Klokkan er bara 19:59. Bíða líka ein minutt aftrat!
- Ja, sjálvandi. Eg ætlaði ikki at tjóvstarta gudstænastuna uppá nakran máta. So vit geva bara tol.

Eyðun Eliassen er farin á føtur sum eitt tekin um, at nú verður byrjað. Deknurin lesur inngangsbønina, og nú skal fyrsti sálmur syngjast – nr. 167 ”Harri, í hesi føstutíð”.
Magnus, minst til. Hann er í F-dur, og fyrsti tóni er giss – altso F/giss!

Góður sálmasangur
Skipanin við føstugudstænastunum í Kalsoynni er soleiðis, at eingin av teimum fýra bygdunum verður gloymd. Gudstænasturnar skifta millum kirkjurnar á Húsum og Mikladali, men verða eisini hildnar her á Trøllanesi og í Syðradali.
Skúlin á Trøllanesi eigur ongar sálmabøkur, men her er sjálvandi gjørd ein avtala við næstu kirkju, hana í Mikladali, um lán av sálmabókum til hetta serstaka høvið. Og soleiðis verður nú av innastu sál sungin hesin sálmurin, sum Elsa Bærentsen skrivaði í 1967.
Her verður líkasum tónin sligin ann til páskaboðskapin og mannalív okkara. At vit hava so lætt við at gloyma Jesus í tí dagliga. Men sangurin vil tó minna okkum á, at ”einki vit okkum vita her, sum okkum bót og bjarging er, uttan teg, Jesus, vár kongur”.
Fólk syngja væl við, og tað ikki uttan orsøk, tí bæði teksturin, lagið, tempo’ið – og dururin, sjálvandi! - eru øll góð. Ja, so góð, at bispur við brosi á kinn mátti takka fyri sangin við hesum orðum:
- Her er av sonnum góður sálmasangur, má eg siga. Hesin stendur ikki nógv aftanfyri hann í teim størru kirkjunum.

Stillar løtur
Illveðrið leikar í uttanfyri við sama lag, men tað tykist ikki nerva bisp nakað sum helst, tí nú fer hann fram, stillar seg aftanfyri bera borðið, biður eina bøn og byrjar so prædikuna, sum rættiliga apropos ber heitið ”Stillar løtur í gerandisdegnum”.
Nú eru vit komin til 3. sálm ”Klettur klovin fyri mær”. Enn einaferð stemmar Magnus í sálmin, men hvat nú – hvar er bispur? Hann var her beint í áðni, men fór brádliga út úr skúlastovuni.


Bispur hevði bók sína ”Mamman vil tær tað besta” við. Jógvan signeraði eisini fleiri eintøk

Løtu seinni er hann aftur við einum stakki av bókum. Hetta er ikki ein tilvildarlig bók, men ein av hansara egnu, lestrarbókin ”Mamman vil tær tað besta”, sum hann hetta kvøldið ynskir at geva hvørjum einstøkum.
- Kennir tú onkran, sum kundi havt gleði av hesi bókini, so tekur tú bara eina eyka við!
Sum vanligt er, tá bókaútgáva er á skránni, verður heitt á høvundin um at signera bøkurnar. Hóast henda bókin hjá bispi kom út fyri nøkrum árum síðani, sleppur bispur enn einaferð at skriva sítt navn í fleiri bøkur.

Breið tínar náðiveingir
Ein føstugudstænasta í skúlanum á Trøllanesi fær eisini ein enda. Hon endar snøgt sagt við, at deknurin lesur útgangsbønina og tað var tað.
Beint frammanundan var fjórði og seinastu sálmurin sungin, hesin vældámdi og nógv sungni ”Breið tínar náðiveingir”, sum í kvøld var sungin í G-dur, og sum Lina Sandell yrkti í 1865.



Nú mundu fólk eisini leggja merki til eina broyting. Jú, mín sann um ikki vindurin var minkaður, og at tað var ikki sama grimdarregnið, sum fyri einum tíma síðani. Nú fór at vera meiri hugaligt at fara inn í grannahúsini, har Eyðun og Anja bjóðaðu øllum til ein drekkamunn.
Hesin sami tónin var eisini sligin fastur í teimum báðum stuttu, men kortini beinraknu versunum í sálminum. Bæði tosa tey um frið og um hvíld, sum júst hevði verið evnið – og kringumstøðurnar – til kvøldsins gudstænastu.

Sálmurin tekur líkasum saman um gudstænastuna og dagin, tá Lina í fýra teim fyrstu reglunum sigur tað so væl:
”Breið tínar náðiveingir, o, Jesus, yvir meg.
Lat hvíld hjá tær meg finna, mín allan lívsins veg!”

Betri kundi tað neyvan sigast, nú henda serstaka gudstænastan í skúlanum á Trøllanesi var at enda komin.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)