Skriva út

Trivnaður og gróður

16.05.2008 Tíðindi
Trivnaður og gróður

Allur livandi vøkstur krevur røkt og umsorgan. Ein urtagarður er vakur, so leingi hann er væl hildin. Eru umstøðurnar ikki til vildar ella evnini at røkja garðin vikna, ja so fánar vakurleikin.

At tað sama ger seg galdandi innan kirkjuna er eyðsýnt. Heit hjørtu og trúgvir tænarar, kvinnur og menn, dugna kirkjuni. Hvør hevur sítt øki, og nøkur eru meira sjónlig enn onnur. Frá urtagarðsrøkt vita vit, at eisini moldin og lendið skulu handfarast við umsorgan og vitan. Tað ósjónliga er ein fortreyt fyri tí sjónliga.

Mikudagin 7. mai var morgunløta í Biskupsgarði. Prestarnir vóru bodnir til ein hugnaligan dag við fakligum innihaldi. Saman við prestunum var fyrisitingin hjá Føroya Stiftsstjórn.

Hugskotið aftan fyri eina morgunløtu er einfalt. Tað er við at standa saman og vera saman, at vit menna og kveikja hvønn annan. Allir prestarnir hava ein serkunnleika, og tað ræður um, at vit geva hvør øðrum innlit í okkara egna virkisøki. At vit geva vitan hvør til annan.

Jónsvein Bech helt ein fyrilestur um keltiska gudstrúgv. Náttúran og skaparverkið eru sjónlig í keltiskum bønum, sálmum og tekstum annars. Áhugavert og læruríkt, at gudstrúgvin ikki einans er ástøði og heimspeki, men at hon samstundis er gerandislig og viðkomandi.

Finnbogi Joensen úr Vestmanna, ið tók stig til grøna hugsan innan kirkjugátt, kunnaði um støðuna hjá jørðini og ta hugsan, ið miðvíst setur umhvørvið á dagsskrá. Vit fingu nógv at vita. Kirkjan við sínum mongu bygningum nýtir nógva orku, og vit eiga at hugsa grønt. Oljuprísurin er hækkandi, og tað er ikki rætt, at vit lata peningin fara út í gjøgnum skorsteinin. Vit eiga í kirkjuni at umseta peningin til trivnað, vælveru og andaligt innihald.

Prestarnir møttu talsterkir til morgunløtuna, og lagið var frágerða gott. Tey, ikki møttu, vóru til arbeiðis.

Sunnudagin 18. mai 08 er so tann grøni sunnudagurin. Prestarnir leggja dagin til rættis hvør í sínum lagi. Í fleiri kirkjum verður dagurin nakað øðrvísi. Peikað verður á náttúruna í orðum. Onkur plantar eitt træ ella blomstur. Aðrastaðni verður okkurt grønt til matna. Gudstænastan verður ymisk frá staði til annað, alt eftir umstøðum og møguleikum. Felags verður tó, at tann grøna hugsanin onkursvegna kemur á breddan.

Sjálvt um kirkjan fyrst og fremst prædikar evangeliið um Jesus, so er faðir Jesu Krists skapari himins og jarðar. Og vit hava fingið ábyrgd av tí, ið skaparin hevur avrikað í tilveru, náttúru og umhvørvi.