Skriva út

Trivnaður á breddan

05.02.2008 Tíðindi
Í kirkjuni skulu fólk trívast.
Hetta var aðalmálið, sum Fólkakirkjan legði fram á trivnaðardegnum hósdagin 31. januar.

Byrjað varð við andakt í Dómkirkjuni, har Bjarni Bæk, dómpróstur, segði nøkur vælvald orð, og Meinhard Bjartalíð, prestur, hevði urgufylgispælið.

Hóast prestar hitta nógv fólk í sínum arbeiði, kann drúgv tíð ganga ímillum, teir hitta sínar starvsfelagar og viðgera ymisk viðurskifti, ið teir eru felags um. M.a. hetta varð roynt at bøta um á trivnaðardegnum.
Fyrireikararnir høvdu fingið Kristine S. Hestbech, prest, at halda tvinnar fyrilestrar á Hotel Hafnia í Havn.

Annar kallaðist »Don´t tell them, show them«, har hon vísti á, hvussu prestar við myndamáli kunnu gera prædikurnar meira livandi og harvið fáa prædikurnar at sita fastari í minninum hjá kirkjufólkinum, eftir at tey eru komin heim úr kirkju. M.a. brúkti hon dømi hjá Desmond Tutu og øðrum prædikantum.
Hin fyrilesturin snúði seg um leiklutin hjá prestum í dag, og hvussu hann er broyttur seinnu árini. M.a. segði Kristine S. Hestbech, at uppgávan hjá kirkjuni í dag ikki er at »opdrage« men at »inddrage« og vísti á, at hetta eisini kravdi eisini fitt av leiðsluevnunum hjá prestum. Hon vísti m.a. á, at Jesus tók onnur við í sítt virksemi, og at hetta eisini er kynstrið hjá prestum í dag. Eisini viðgjørdi hon støðuna hjá kirkjuni í einum modernaðum samfelag, og hvussu kirkjan framvegis kann mynda hornasteinarnar og vera varði í lívinum hjá fólki.
Sum heild vísti Kristine S Hestbech á í báðum sínum  fyrilestrum, at bæði prædikan og arbeiðið sum heild hjá prestum krevur bæði fyrireiking, umhugsan og nýhugsan í mun til samfelagið, sum tað sær út í dag, og at hetta eigur at verða havt í huga, tá kirkjan samskiftir við fólk.

Opinleiki og ódnarveður

Dagurin endaði við, at tann enn nýggi bispurin, Jógvan Fríðríksson, legði fram síni sjónarmið og ætlanir um sína leiðslu av kirkjuni, og greiddi frá, hvussu umsiting og m.a. fíggjarstýringin av kirkjuni fer at verða í næstum.
Í síni framløgu legði hann stóran dent á opinleika og gjøgnumskygni, og segði, at aðalmálið í hansara leiðslu er samstarv.
Eisini kunnaði Jógvan Fríðriksson fundarfólkið um, at í næstum verður ein alkoholpolitikkur orðaður fyri starvsfólkið í kirkjuni. Harafturat er ætlanin at hava samrøður við prestarnar um ymisk viðurskifti, um ynski er um tað.
Bispur segði eisini, at tað neyvan verða bygdir ella keyptir fleiri prestagarðar, soleiðis sum húsaprísirnir eru í dag.
Við á trivnaðardegnum vóru føroysku prestarnir, umsitingin hjá biskupi og dómprósti, próstadømisráðið og stiftsstjórnin.
Meðan trivnaðardagurin varð hildin, øtlaði veðrið nógv, og