Skriva út

Trivnaðardagur 31. januar 2008

23.01.2008 Tíðindi
Hvussu trívast vit?

Fólkakirkjan setur trivnaðin á breddan og skipað verður fyri einum trivnaðardegi hósdagin 31. januar 2008. Soleiðis sum trivnaðurin er í eini kirkju ella á einum arbeiðsplássi, nakað soleiðis er góðskan á tí verki, ið avrikað verður.

Trivnaður sæst og hoyrist, og brúkarin av einum produkti hevur næstan altíð rætt. Tess vegna er tað týdningarmikið, at vit sum kirkja læra at samskifta innanhýsis og úteftir. Kynstrið at lurta er viðkomandi, at vit hoyra tað sagda og tora at lurta. Viðhvørt hoyra vit ikki tað, ið sagt verður, tí vit tulka útsøgnina, samstundis sum hon verður søgd, ja enntá áðrenn.

Í fundarboðunum sigur Jógvan Fríðriksson soleiðis : “Í øllum starvi er tað umráðandi, at vit trívast. Kallið sum prestur er í mangar mátar starv hins einstaka. Sum biskupur havi eg sett mær fyri at gera nakað, ið vónandi verður til gagns fyri trivnaðin í tí kirkjuliga landslagnum. Vit eru í rúmi saman, - hoyra, uppliva og njóta tað sama samstundis. Kristine Hestbech tosar um kommunikatión. Vónandi gagnar samveran framtíðar samskifti.”

Á hesum sinni eru tað prestarnir, umsitingin hjá biskupi og dómprósti, próstadømisráðið og stiftsstjórnin, ið fundast.

Skráin

10,00 : Morgun í Dómkirkjuni. Meinhard Bjartalíð leikar á urguna. Bjarni Bæk heldur eina andakt. Ein sálmur.

10,30 : Kaffi á Hotel Hafnia, á Parnassinum.

11,00 : Kristine Hestbech : “Don´t tell them, show them”.

12,00 : Døgurði

13,30 : Kristine Hestbech : “At turde kommunikere med andre end Gud og vores ægtefælle”.

14,45 : Biskupur kunnar stutt um : skrivstovu / prestagarðar /  obligatoriskan starvsfólkadag fyri prestar á heysti 2008.
             
Tórshavn 22. januar 2008