Trinni týdningarmikil val innan eitt ár!

1. partur
Tað komandi árið verða trý val í fólkakirkjuni. Í heyst verður kirkjuráðsval. Á vári 2010 verður val til Próstadømisráðið og val av leikum limi til Føroya Stiftsstjórn.
Fólkaræðið
Fólkakirkjan er skipað á fólkaræðisligt grundarlag. Tað er hennara styrki, og tað kann vera hennara veikleiki.
Styrkin er eyðsýnd, tí her hava øll møguleikan at gera seg galdandi, taka við ábyrgd og lyfta í felag. Fólkaræðið tryggjar opinleika, gjøgnumskygni og felags ábyrgd av, at skipanin virkar.
Ein veikleiki við skipanini kann verða, at har øll hava eina felags ábyrgd, er tað so lætt at skáka sær undan. Vit eru so mong, so tað er ikki neyðugt, at júst eg taki eitt tak. Tað er so skjótt til niðurstøðuna, at tað fer ivaleyst at ganga uttan mun til mína luttøku.
Fólkaræðið er ein stórur fyrimunur hóast alt, tí her er vit øll eins. Hvør limur hevur eina atkvøðu, tá valt verður. Øll gjalda í felag kostnaðin, ein ásettan part í prosentum. Júst tann eina atkvøðan og prosentini gevur skipanini støðufesti.
Kirkjuráðini stjørna
Kirkjuráðini stjørna staðbundnu kirkjuni bæði fíggjarliga og verkliga. Tað er ein spennandi og týðandi leiklutur. Í vanligari talu verður tað sagt, at kirkjuráðið hevur bygningin og karmarnar um hendi, meðan presturin tekur sær av innihaldinum.
Kirkjuráðið hevur møguleikar
Í “lógini um at brúka kirkju og limaskap í fólkakirkjuni” verður staðfest, at kirkjuráðini hava ein frágera góðan møguleika at menna og stimbra innihaldið í fólkakirkjuni saman við sóknarprestinum, ið á serstakan hátt er kallaður sum hirði kirkjuliðsins.
Embætið
Ein sterk og sunn fatan av embætinum er als ikki í andsøgn við møguleika fólksins at dugna kirkjuliðnum. Presturin eigur at verða virdur fyri sína tænastu og sítt kall. Í samvinnu millum leik og lærd hevur fólkakirkjan góðar møguleikar at mennast og trívast.
Vit síggja hetta samstarvið við hvørja gudstænastu. Deknurin, urguleikarin og klokkarin dugna kirkjuliðnum í halgidóminum. Ein tænasta, ið ikki kann metast nóg høgt. Hartil koma allar aðrar tænastur, ið stór fjøld av fólki avrikar, t.d. viðlíkahald, vasking og stákan við givin høvi.
Tað er kirkjuráðið, sum vegna kirkjuliðið kallar prestin. Kirkjuráðið kallar tænarar og skipar kirkjunnar virksemi. Hetta er ein av fremstu uppgávum kirkjuráðsins.
Leikfólkið og innihaldið
Í omanfyri nevndu lóg grein 17 verður t.d. sagt : “Kirkjuráðið kann í kirkjuni skipa fyri øðrum kirkjuligum tiltøkum enn gudstænastuni”.
Her er ein møguleiki, har leikfólkið kann gerast virkið við atliti at innihaldinum. Serliga á støri plássum síggja vit kirkjulig tiltøk og átøk uttan fyri hámessuna t.d. aftankvirra, sangløtur, liturgiskar andaktir og konsertir.
Skilagott er, at øll átøk í kirkjuni verða skipað í samvinnu við sóknarprestin. Vælvirkandi fólkaræði og samstarv eru tveir týðandi tættir í anda fólkakirkjunnar. Presturin er hirði, og sum hirði hevur hann (m/k) evstu ábyrgd av læru og lívi kirkjunnar.
Kirkjuráðsval á heysti 2009
Í heyst verður so val. Tað er umráðandi, at kirkjufólkið tilvitað leggur eina ætlan í góðari tíð. Tað er skilagott í miðalstórum og størri bygdum at hava val. Møguleikin er eisini fyri fleiri listum, og tað er týdningarmikið, at opinleiki valdar. Jú, størri opinleiki tess minni møguleiki fyri misskiljingum.
Fleiri listar
Tíverri er tann fatan útbreidd millum manna, at fleiri listar eru tekin um ósemju. Í veruleikanum er tað ein fyrimunur, at fleiri bjóða seg fram og vilja átaka sær ein virknan leiklut í kirkjuni. Ein fólkakirkja uttan virkið leikfólk kann líknast við ein fugl, ið er skerdur á flogi.
Ístaðin fyri eiga vit at fegnast um, at fólk vilja taka ábyrgd. Tað letur seg væl gera høviskliga og siðiliga at føra síni sjónarmið fram. Í fólkakirkjuni eiga vit ikki at missa fótafesti, um ymiskar áskoðanir valda við atliti at virksemi og arbeiðshættum.
Fólksins kirkja
Fólkakirkjan er fólksins kirkja so at skilja, at hon er fólkaræðisliga skipað og byggir á limaskap. Dópurin í fólkakirkjuni gevur limaskap, og tey, ið eru doypt við einum kristnum dópi t.d. í eini fríkirkju, kunnu søkja um limaskap. Talan er ongantíð um endurdóp, tí fólkakirkjan hevur treytaleysa virðing fyri øðrum kristnum kirkjum og samkomum.
Kristi kirkja
Sum fólksins kirkja er fólkakirkjan Kristi kirkja og ein partur av samfelag teirra heilagu. Evangeliið um Jesus og sakramentini eru hornasteinar. Fólkakirkjan hevur eina játtan. Grundarlagið er Bíblian og “trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar”, - t.d. apostolska trúarjáttanin. Innihaldið í læru fólkakirkjunnar byggir ikki á fólkaræðið. Talan er um eina játtan, ið ikki er tíðarbundin og tó nemur tilveruna, har fólkið savnast til gudstænastu.
Tey ungu
Eitt veruligt val er ein fyrimunur. Tað er ein góð umtala, ið økir um tilvitan og kensluna av felags ábyrgd.
Viðhvørt verður sagt, at miðalaldurin á kirkjuráðslimum er nakað høgur. Tó eru vit takksom fyri verk teirra eldru. Vit skulu hava rætt til at eldast og gerast gomul í fólkakirkjuni. Allir limir eru javnbjóðis stillaðir, og vitan og vísdómur teirra tilkomnu er kirkjuni hollur.
Men, hugaligt er við ungum frískum kreftum. Tey ungu eru vælkomin at bróta upp um armar og gera síni sjónarmið galdandi á røttum stað til rætta tíð. Tað er torført hjá okkum, ið hava rundað hálvthundrað ár neyvt at vita, hvat ungdómurin hugsar.
Nú er so møguleikin, tí val verður í heyst, - í november 09.
Gott val!
JF.