Skriva út

Tríggjar umsóknir til Norðstreymoyar prestagjald

07.09.2010 Tíðindi
Tríggjar umsóknir til Norðstreymoyar prestagjald


Kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Hvalvík verður eftir ætlan sett 1. januar 2011. Umsóknarfreistin var úti í gjár, og tríggir umsøkjarar hava søkt.
Kirkjuráðini fara í oktober mánaði at innstilla prest til kallið. Um so verður, at nýggi presturin ikki hevur verið prestur áður, so verður hann (m/k) prestvígdur saman við tí komandi prestinum í Fuglafjarðar prestagjaldi, Anne Mette Klemensen, í Havnar kirkju sunnudagin 16. januar 2011 kl. 11.
JF.