Skriva út

Tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks

31.10.2022 Tíðindi

Í dag eru komnar tríggjar nýggjar bøkur til kirkjubrúks:

  1. Gudstænastubók Føroya kirkju II. Í bókini eru uppskot til sergudstænastur í kirkjuni, t.d. í sambandi við barnagudstænastu, sjeylestragudstænastu og sanggudstænastu.
  2. Ritualbók Føroya kirkju II. Í bókini eru uppskot til vígslu ella signingartænastur, t.d., í sambandi við vígslu ella signing av kirkjuligum lutum og klæðum, urguvígslu, vígslu av minnisvarða og og kirkjugarði.
  3. Ískoyti til Ritualbók Føroya kirkju I. Í bókini eru uppskot til bønarhald, t.d. í sambandi við konfirmantlestur, deyðavanlukkur og andlát.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, hevur góðkent allar bøkurnar til kirkjubrúks.

Bøkurnar eru at fáa til keyps í bókabúðunum og í Bókamiðsøluni.

Føroyskt Kirkjumál hevur givið bøkurnar út.