Skriva út
Tríggir kirkjutænarar verða heiðraðir í Dals kirkju sunnudagin 15. mars
12.03.2026 Tíðindi

Hátíðargudstænasta í Dals kirkju sunnudagin 15. mars kl. 12.00.
Hvat skuldu vit gjørt, um eingin klokkari var at ringja inn til gudstænastu?
Hvat skuldu vit gjørt, um eingin deknur las lestur, tá ið prestur ikki var til staðar?
Hvat skuldu vit gjørt, um eingin urguleikari var at spæla uppá urguna, og eingin forsangari var at syngja fyri?
Kirkjutænarar eru á mangan hátt bulurin undir gudstænastuni. Teir útinna eina ómetaliga stóra tænastu. Mangir kirkjutænarar gera hesa tænastu í tí stilla uttan at vænta nakað viðurlag afturfyri.
Í Dals kirkju eru vit serstakliga fegin yvir at heiðra tríggjar kirkjutænarar.
Hesir hava í yvir 50 ár trúfast røkt teirra tænastu: Jóanes N. Johannesen deknur og Sjúrður Nolsøe klokkari fáa “Den Kongelige Fortjenestmedalje”.
Anfinn Johannesen hevur eisini verið deknur í yvir 50 ár. Hann hevur áður fingið medalju fyri hansara trúgva arbeiði hjá Landsverk.
Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda vil heiðra hesar tríggjar menn við at handa teimum gávu, sum tøkk fyri trúgva tænastu. Jógvan Fríðriksson biskupur handar medaljurnar. Havstein Klein prestur prædikar.
Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.
Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.
Talvan gongur til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Kringvarpið tekur gudstænastuna upp til sjónvarpi.
Aftaná eru øll vælkomin til døgurða í Eiriksgarði.
Aftaná eru øll vælkomin til døgurða í Eiriksgarði.
Vælkomin til hátíðargudstænastu í Dals kirkju.
Onnur tíðindi