Skriva út

- Tónleikurin kom líkasum út úr nótablaðnum

13.09.2021 Tíðindi
Myndatekstur: - Mær dámar væl at spæla uppá orglið, sigur 55 ára gamli Óli Reinert á Geilini, sum er organistur í Svínoy.

SVÍNOY: Ofta verður tikið til, at organistar hanga ikki á trøum, - serliga ikki um tú fert út á smáplássini kring oyggjar okkara.

Orð og mynd: Snorri Brend

Í fleiri kirkjum er trupult at hava orgulspæl til sálmasangin av teirri einfaldu orsøk, at organisturin snøgt sagt ikki er til. Ein legði frá sær, og tíverri var eingin at taka yvir hesa tænastuna.

Eitt dømi um at tað ikki altíð er so, er tænastan sum organistur í Svínoyar kirkju. Tá tann eini organisturin – Regin Justinussen, sáli – gavst, var ein annar bygdarmaður til reiðar at taka yvir, nevniliga Óli Reinert á Geilini.

Óli hevði tó onkuntíð loyst Regin av í kirkjuni. Og Óli spældi eisini, tá møtir vórðu – og framvegis verða – hildin í salinum Smyrna hjá Brøðrasamkomuni í Svínoy.

- Eg bleiv tá spurdur um at gerast organistur her í kirkjuni, og eg segði, at tað var í fínasta lagi, greiðir 55 ára gamli Óli á Geilini frá.

Og soleiðis ber tað til, at vit báðir nú sita við orglið í hesi skjótt 142 ára gomlu kirkjuni í heimbygdini til eitt prát um tænastuna sum organistur.

HVØR SKAPTI STJØRNURNAR?
Sum hjá so mongum øðrum tónleikarum, byrjaði áhugin fyri hesum longu, meðan hann var barn.

- Eg plagdi sum barn at ferðast í Havn hjá navnframa Jukim Olsen úr Svínoy, sum var pápabeiggi mín og konuni, Elsebeth Sloan Olsen.

- Men tað, sum mær eisini dámdi sera væl, tað var, at seta meg við orglið, sum tey høvdu standandi í stovuni. Tað var so javnan, at eg royndi at fáa nakar tónar úr tí, hóast eg ikki dugdi nakað at spæla, greiðir Óli frá.

- Ókey, leggur hann skemtiliga aftrat. - Eg hevði lært at spæla barnasangin ”Hvør skapti stjørnurnar?” við einum fingri. Tað var so altíð ein byrjan.

- Jú, henda sangin plagdi eg at spæla uppá orglið haruppi hjá pápabeiggja mínum.

Men pápi Óla mundi helst halda, at hetta við tónleikinum var nakað fyri sonin. Hann gjørdi tí ikki mætari, enn at keypa 11-12 ára gamla soninum eitt lítið orgul at hava í stovuni.

- Eg helt fram at spæla eina tíð aftrat, men tað bleiv ongantíð til nakað ordiligt, greiðir Óli frá.

NÓTAR ELLA GEHØR
Nakað eftir hetta fór ungi svínoyingur til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeildina. Her fann Óli skjótt útav, at ein kundi melda seg til orgulspæl – 25 minuttir um vikuna hjá Boga Lützen. Og tað gjørdi hann so.

Men Óli hevði ein trupulleika: Hann hevði einki orgul í Klaksvík, og fekk tí bert vant orgulspæl, tá hann var heima um vikuskiftini.

- Eg gleddi meg altíð at koma út til Svínoyar, og kunna brúka tíð framman fyri orglið. Jú, eg haldi sjálvur, at tað gekk so nøkulunda við venjingini.

- Ókey, eg gjørdi kanska ov lítið við tað. Men tá satt skal sigast, so eydnaðist í øllum førum eitt: Bogi forkláraði mær nótarnar, og soleiðis fekk eg so líðandi hylling upp á teimum, greiðir hann frá. Nakrir av fyrstu sálmunum, sum hann lærdi seg, vóru teir mongu og vøkru jólasálmarnir.

Eftir at framhaldsdeildin var liðug, helt Óli fram at spæla. So við og við fór hann eisini frá bert at spæla orgul við einum fingri, til fyrst at brúka ein fingur á hvørji hond, og til at hann í dag brúkar báðar hendurnar við orglið.

- Í dag spæli eg mest eftir nótum, men eg vildi ynskt, at eg dugdi eitt sindur betri at spæla eftir gehør. Tað hevði sikkurt lætt munandi um hjá mær, sigur hann við einum brosi.

TÓNLEIKURIN KOM ÚT ÚR BLAÐNUM
Uppaftur seinni flutti Óli út aftur til heimbygdina at búgva fast, og fekk arbeiði sum avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni.

Á útoyggj er altíð okkurt at takast við í frítíðini. Ein part av hesi tíðini brúkti Óli at venja frammanfyri orglið í stovuni. Og úrslitini byrjaðu so smátt at hoyrast.

- Eg vandi og vandi, og eg haldi sjálvur, at eg eisini merkti eina ávísa framgongd hjá mær í spælinum. Tað vísti seg, at tað gjørdist skjótari hjá mær at lesa nótarnar, soleiðis at eg kundi læra meg ein sang, sum eg ikki hevði hoyrt fyrr.

- Brádliga gjørdist tað so stuttligt hjá mær at blaða í nótabókini, tí – hvat var hetta fyri eitt lag? Henda hevði eg hvørki hoyrt ella spælt áður. Ja, hetta lagið vildi eg fegin duga at spæla, greiðir Óli frá.

Og hann leggur aftrat:

- So løgið tað ljóðar, var tað næstan so, at nótablaðið talaði til mín, og tónleikurin kom út úr blaðnum, tí nú sá eg nótarnar, sum eg als ikki hevði kent frammanundan. Hetta var ein sera spennandi tíð.

- Hinvegin er tað sjálvandi lættari at læra seg ein sang, sum tú hevur hoyrt frammanundan. Eingin ivi um tað!

(Í eini seinni grein fer Óli á Geilini at greiða frá nøkrum av yndissálmum sínum).


BYGDARKIRKJAN:
- Eg var spurdur um at gerast organistur her við Svínoyar kirkju, og svaraði sjálvandi ja, sigur Óli á Geilini.