Skriva út

Tom: - Eg fari altíð á val

02.11.2021 Tíðindi
Mynd: - Tað er ein skylda at fara á val, - eisini tá tað er val til kirkjuráðið, sigur Tom Justinussen í Klaksvík.

- Eg haldi, at tað er ein skylda at fara á val til kirkjuráðið. Tað er orsøkin til at eg eri komin her í dag.

Eg skuldi faktiskt eini ørindi í býin, og helt so bara, at eg kunni akkurát tað sama fara á val, sigur 64 ára gamli Tom Justinussen í Klaksvík.

Orð/Mynd: Snorri Brend.

KLAKSVÍK: Tað er heldur ruskut her í kirkjutúninum uttanfyri Christianskirkjuna, nú vit eru farin at nærkast middegi.

Úti í býnum er eingin valplakat at síggja, hóast talan er um eitt, fyri mong týdningarmikið val, sum fer fram í kirkjukjallaranum í dag.

Valið avgerð, hvørji fólk, ið skulu sita í kirkjuráðnum tey komandi fýra árini: Tey, sum eru uppstillað vita øll, at bert nøkur teirra kunnu veljast í dag.

Tí telur hvør einasta atkvøða, og tí er eisini gott at vita, at tað eru tey, sum geva hesum vali ans. Ein teirra er í øllum førum Tom Justinussen.

- Eg fari altíð á val, tá nýtt kirkjuráð skal veljast, slær hann fast.

Hann ger skjótt av í dag. Setur kross sín á rætta stað, og fer so víðari.

Í hurðini møtir hann eini kvinnu, ið eisini er komin at velja. Her ger hvør einasta atkvøða mun.

EIN SKYLDA AT VELJA
Klokkan uttanfyri hevur júst boðað frá, at klokkan er 12, og dagurin er hálvrunnin.

Her uppi við Christianskirkjuna er ikki so øgiliga stórt virksemi, hóast hesin dagurin fyri mong er rættiliga avgerandi: Hetta er dagurin, tá tey standa fyri valið til kirkjuráðið. Og hetta er dagurin, tá tey seinni um kvøldið fáa at vita, um tey eru vorðin vald.

Í Christianskirkjuni standa 13 fólk á vali, og íalt hava beint omanfyri 2500 fólk valrætt. Dyrnar til valhølið lótu upp klokkan 10, og lótu aftur klokkan 8 í kvøld.

Áhugin fyri einum slíkum vali er munandi minni enn við eitt kommunuval ella løgtingsval, men í morgun var eitt sindur øðrvísi, fingu vit at vita.

Klokkan var ikki meiri enn farin av 10, tá tann fyrsti veljarin kom at greiða atkvøðu. Og hesa fyrstu løtuna komu tey, ein fyri og annar eftir, sum um tey høvdu bíðað eftir at dyrnar skuldu lata upp og tey kundu sleppa innar at velja.

Á middegi høvdu 6 prosent av teimum, ið hava valrætt verið og greitt atkvøðu. Nú hevði ein lítil steðgur verið í veljarum, men løtu seinni komu eini 5-6 fólk á val at greiða atkvøðu.

Ein av teimum var Tom Justinussen, sum her ynskti at gera sína borgarligu – ella kirkjuligu – skyldu og velja sítt valevni.

VÆL NØGDUR
Fyri Tom er eingin ivi um, at hann er góður við sína kirkju – og tí fer hann á val eisini í dag.

- Eg vil fegin vísa ein góðan anda, og møta upp her, sigur hann avgjørdur.

Hann er ein íðin kirkjugangari, og er í tí stóra og heila væl nøgdur við tað, sum skjótt fráfarna kirkjuráð hevur fingið frá hondini hesi seinastu fýra árini.

Hann vísur á, at tað er nógv virksemið í kirkjuni, ikki bert sunnu- og halgidagar, men eisini tá onnur tiltøk verða fyriskipað, millum annað gudstænastur fyri ymiskar aldursbólkar, konsertir og onnur áhugaverd tiltøk.

- Jú, her hendir nógv.

LOYNILIGT VAL
Við hetta valið eru, sum nevnt, 13 valevni sum ynskja at gera nakað munagott fyri Christianskirkjuna hesa komandi setuna.

Valevnini eru seks menn og sjey kvinnur, og Tom veit longu, hvønn hann skal velja.

- Men tú, tað eru loynilig val í Føroyum, so eg sigi tær ikki, um eg havi valt ein mann ella eina kvinnu. Og sigi tær heldur ikki, júst hvønn ið eg havi valt.

- Noy gamli, tað fært tú ikki at vita, sigur hann við brosi á kinn.

Og Tom leggur aftrat:

- Eg kenni viðkomandi, og eg veit, at viðkomandi eisini ynskir at gera nakað gott fyri Christianskirkjuna!