Skriva út

Tølini tala

04.05.2010 Tíðindi
Tølini tala



Á skeiði fyri kirkjuráðslimum 1. mai 2010 greiddi Dánial Christoffersen, fíggjarleiðari, frá fíggjarviðurskiftum fólkakirkjunnar. Ein áhugaverdur fyrilestur, ið gav innlit í tættir, sum fjøldin áður ikki kendi. Roknskapurin hjá fólkakirkjuni verður grannskoðaður, so fíggjarliga skipanin er trygg og undir neyvum eftirliti.

Áhugavert var hjá kirkjuráðslimum at síggja teir ymisku postarnar, hvussu nógvur peningur var nýttur til tey ymisku umráðini t.d. løn til prestarnar, fyrisiting og peningur til tær einstøku kirkjurnar.

Eitt øki, sum í almennum kirkjuligum høpi ikki hevur fingið drúgva umtalu, er prestagarðurin. Øll vita, at hetta økið kostar pening, men tey neyvu tølini fyri hin einstaka garðin eitt ávíst ár eru ikki alment nevnd áður.

Tá Fólkakirkjan varð yvirtikin á ólavsøku 2007, vóru fleiri prestagarðar í vánaligum standi. Málsøkið hevði í mong ár ligið í eini bíðistøðu, so prestagarðarnir vóru slitnir og fleiri teirra beinleiðis vánaligir.

Síðani vit yvirtóku fólkakirkjuni, hevur leiðslan havt ta fatan, at skulu vit hava prestagarðar, so mega teir vera á einum rímiligum og forsvarligum støði.

Øll eru vitandi um, at bústaðarviðurskiftini eru ein týðandi táttur í sosialari vælveru. Trívast vit ikki menniskjansliga og sosialt, ja so viknar dygdin í avrikaðum verki. Tess vegna eigur fólkakirkjan, - bæði við atliti at presti og innihaldi kirkjunnar – at seta sær sum mál, at prestagarðarnir eru í góðum standi.

Umsitingin av gørðunum er broytt nakað. Ístaðin fyri at allir garðarnir hvørt ár fingu eina minni játtan, hava vit valt at miðsavna árligu játtanina til nakrar ávísar garðar, so hesir garðar innan eitt tíðarbil uppá 1-2 ár verða dagførdir.

Síðani vit yvirtøku fólkakirkjuna hava hesir prestagarðarnir fingið munandi ábøtur í 08/09 : Gjaranes, Fuglafjørður og Biskupsgarður. Tá talan er um aðrar prestagarðar, hevur tað verið vanligt viðlíkahald.

Í 2010 fáa tveir garðar høvuðsumvæling : Todnes, Sandur, og Essalág, Tórshavn.

Harafturat verða í ár munandi ábøtur framdar á Brekku, Klaksvík, og á Heygsvegi, Tórshavn.

Føroya Stiftsstjórn umsitur prestagarðarnar í góðum samstarvi við Landsverk. Landsverk er ráðgevandi og hevur tað fakliga eftirlitið.

Undanfarnu árini hevur Føroya Stiftsstjórn nýtt væl av peningi til prestagarðarnar.

2008 : 1.167.000 kr.
2009 : 1.981.000 kr.

Í 2010 kemur Føroya Stiftsstjórn at gjalda umleið 1,2 milliónir til prestagarðarnar.

Harafturat kemur tann politiski stuðulin, ið Landsverk umsitur. Landsverk hevur ábyrgd av og fíggjar verkætlanirnar í Todnesi og á Brekku. Hetta er ein partur av yvirtøkupakkanum, at almennu Føroyar dagføra prestagarðarnar.

Sigast skal, at verkgongdin er góð og samstarvið jaligt.

JF.