Skriva út

Tøknin er góð – men einki er sum eitt orgul

10.07.2023 Tíðindi
Anita Joensen

Skálavíkar kirkja hevur tikið eina tøkniliga loysn í brúk, tá talan er um tónleik til sálmasangin. - Okkum dámar tó best, tá organisturin spælir til sálmarnar, Anita Joensen, forkvinna í kirkjuráðnum í Skálavík.

Skálavík: - Støðan hjá okkum er tíverri hon, at organisturin ikki kann spæla til allar gudstænasturnar.
Kirkjan í Skálavík kann í øllum vera errin av, at hava elsta pípuorglið, sum enn er í brúk í eini føroyskari kirkju. Orglið, sum somuleiðis er millum elstu pípuorgul í danska kongaríkinum, var bygt í 1868, og verður 155 ár í desember í ár.

Hetta orglið hevur so tey seinastu mongu árini leitt sálmasangin í kirkjuni, men støðan er í dag soleiðis, at hesin møguleikin ikki altíð er til staðar.
Tey hava tí valt eina aðra loysn, har tann tøkniliga menningin lættir um hjá kirkjuliðinum í so máta. Kirkjan hevur atgongd til tað føroyska sálmasavnið, og hava møguleika at fara inn á Youtube, tá eitt preludium ella postludium er á skránni.

- Hetta var ein rættiliga ódýr loysn. Men hinvegin dámar okkum best, tá orglið verður brúkt. Ja, vit hava heilt einfalt vant okkum við, at okkara trúgvi organistur, Elsa Maria Trondesen spælir til gudstænasturnar, sigur Anita Joensen.

Eitt hent sálmasavn
Eitt er sjálvandi at hava eitt gott – og ikki minst søguligt – orgul, og sum haraftrat riggar sum tað skal.
Orglið er hildið væl viðlíka og umvælt, tá tørvur var á hesum, og tí er einki sum bendir á, at tað ikki kann leiða sálmasangin í nógv ár framyvir.

Tann stóra avbjóðingin við Skálavíkar kirkju er hinvegin at hava ein organist, sum kann spæla uppá hetta ljóðføri, hvørja ferð ið gudstænasta er í bygdini.
Aðrastaðni kring oyggjarnar kenna tey til júst henda sama trupulleikan, og hava loyst tað á ymiskan hátt – til dømis við at fáa fólk aðrastaðni frá at spæla til gudstænasturnar.

Onnur – herundir Skálavíkar kirkja – hava valt eina heilt aðra og meiri tøkniliga loysn. Væl hevur kirkjan orgul, men umvegis ein teldil ber væl til at fáa gott undirspæl til allarflestu sálmarnar, ið verða sungnir við eina gudstænastu.

Her er talan um eitt savn av sálmum, sum Kringvarp Føroya hevur liggjandi tøkt á heimasíðu sínari. Til hetta umfatandi og henta savnið, hava kirkjurnar fingið atgongd og loyvi at gera brúk av.
- Ja, vit eru í øllum førum sera takksom fyri henda møguleikan, slær Anita Joensen fast.



Orglið í Skálavíkar kirkju verður skjótt 155 ára gamalt. Men tað forðar ikki fyri, at tað ljóðar sum tað skal, og kann virka í mong ár aftrat

Ikki steingja kirkjuna
Í Skálavík er støðan hon, at tey ikki altíð hava organist at spæla til gudstænasturnar. So her mátti ein hugsa nýtt og øðrvísi.
Við kirkjuna er ein organistur knýttur, men tað liggur ikki altíð fyri hjá henni at spæla hvørja ferð, ið kirkjuklokkan kallar til gudstænastu.

Upplýst verður, at tað er umleið annanhvønn sunnudag at organisturin er tøkur at spæla. Tað er so við hinar sunnu- og halgidagarnir í kirkjuárinum, at henda talgilda skipanin er í brúki.
Hugsandi er, at um tey ikki fingu hesa loysnina við at brúka sálmasavnið hjá Kringvarpinum, var vandi fyri at tey kundi verðið noydd at steingja kirkjuna onkrar dagar.

Fyri at lætta um hjá teimum kirkjum og bønhúsum, sum brúka skipanina, er hetta skipað soleiðis, at ein haraftrat lættliga fær atgongd til hana á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Góð uppliving
Tað er ikki bara bara at skula taka eina slíka avgerð, um soleiðis at finna eina aðra loysn enn tað kendu og siðbundnu, við at hava eitt orgul at spæla undir sálmasangin.
Alt gott um tøknina, men her koma eisini kenslur uppí, tí tað verður ongantíð tað sama at syngja sálmar, um tónleikurin kemur úr einum hátalara, enn um ein hevði eitt orgul.

Hetta er Anita Joensen sjálvandi vitandi um. Tí er tað nakað, sum kirkjufólkið í Skálavík ynskir, so er tað at kunna koma í kirkju og hoyra eitt orgul spæla til sálmasangin.
- Tað er bara so harmiligt, at vit ikki altíð hava ein organist. Men har er bara einki at gera við tað, sigur hon.



Skálavíkar kirkja hevur møguleika fyri fylgispæli til sálmasangir, bæði umvegis orglið og ta digitalu loysnina. Og vil illa til, so er somuleiðis eitt keyboard inni í kóri, sum sóknarpresturin viðhvørt spælir uppá

Og Anita leggur aftrat:
- Her eru góðir sangarar í bygdini. Hinvegin er tað eisini hugaligt at syngja her, saman við fleiri hundrað øðrum, sum eru við í upptøkunum, ið eru gjørdar kring alt landið.
- At tað so haraftrat ofta er ein, sum spælir uppá trompet til onkrar sálmar, og soleiðis gevur teimum nakað eyka, tað ger bara alt hetta til eina góða uppliving, hóast alt.

Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)