Tøkk til politisku skipanina

Vegna fólkakirkjuna takkar undirritaði politisku fyrisitingini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri eitt fakliga gott og gevandi samstarv.
Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað og tengd at politisku skipanini. Tað er áhugavert og gleðiligt, at samstarvið eydnast væl, hóast partarnir kunnu vera ymiskir á máli um eitthvørt.
Samstarv merkir ikki, at vit eru samd um alt. Tað merkir einfalt, at vit við virðing hvør fyri øðrum og virðing fyri frávíkjandi sjónarmiðum finna loysnir, sum eru fólkakirkjuni at gagni og flyta hana framá.
Tað er gerandisdagurin og tað dagliga samskiftið, ið er avgerandi. Tey smáu klípini byggja kirkju, hóast vit ikki altíð varnast framstigini.
Harafturat eru fleiri tung og krevjandi mál, ið hava fingið drúgva viðgerð í tí kirkjuliga landslagnum í fleiri ár, komin um málstrikuna í ár.
Nevni einans trý dømi. Kunngerðin um bygningar fólkakirkjunnar er dagførd. Nýggja kirkjan á Glyvrum er sett á skinnaran, og spakin er settur í jørðina. Kunngerðin um løn og samsýning til kirkjunnar tænastufólk kom í adventini.
Hesi trý málini hava tikið ár at fáa um málstrikuna, tí fólkakirkjan er politiskt ankrað og ásett og bundin í regluverki. Tað er hennara fyrimunur og styrki. Fólkaræðið tekur drúgva tíð. Einaræðið tekur skjótar avgerðir.
Biskupur takkar
- leiðsluni og starvsfólkunum í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
- landsstýrinum og landsstýrisfólkunum
- Føroya Løgtingi.
Við bøn um Guðs frið yvir land, fólk og fólkasløg.
biskupur