Skriva út

- Tit mugu gjarna rópa í kirkjuni

20.06.2023 Tíðindi

”Hevði tað ikki verið løgið, um tú hevði bjóðað nógvum av vinum tínum í føðingardag, men at eingin teirra møtti upp?”Henda spurningin setti Jóannes Purkhús, tá familjugudstænasta varð hildin sunnudagin á Viðareiði. 

Familjugudstænasta: Klokkan var ikki nógvar minuttir í 11 henda sunnumorgunin, fyrrenn tey seinastu fólkini vóru komin inn at sita í Viðareiðis kirkju.
Áðrenn klokkarin byrjaði at ringja, kundi tú skjótt varnast, at her var talan um eina gudstænastu bæði fyri børn, vaksin og tilkomin.
Inni í kirkjuni var ein ófør málageipan, har børnini lótu við seg koma, prátaðu og flentu, har okkurt barnið eisini hoyrdist gráta. Men nú byrjaði klokkarin at ringja, og tað køvdi øll ljóð inni í kirkjuni.

Urguleikarin hevði gjørt sær tann ómak ikki at spæla eitt vanligt preludium, men hevði valt eina aðra loysn sum hóskaði til høvið. Nei, her var hvørki pláss fyri Bach, Buxtehude ella øðrum verkum av teimum kendu tónasmiðunum, tá um orgultónleik ræður.
Hann hevði ístaðin valt eina meiri kenda loysn, nevniliga vakurt spæl av sanginum ”Jesus er besti vinur barnanna”, sum hvørt einasta barn í sunnudagsskúlanum man kenna. Kanska okkurt teirra fangaði lagið og mundi murra við.

Eftir sálm nummar tvey ella trý, er vanligt at prestur fer upp á prædikastólin, men tað gjørdi hann ikki: Hesa løtuna fóru hann tvørturímóti oman eftir kirkjugólvinum og stillaði seg mitt á gólvið, har dagsins prædika skuldi haldast.
Sóknarpresturin, Jóannes Purkhús dugir væl at tosa til børnini, og hevur altíð okkurt gott uppá hjarta og onkran lutin við sær, sum kann lýsa tað sum hann tosar um. Soleiðis var eisini henda sunnudagin.
Við sær hevði hann ymiskar lutir, millum eitt sera vakurt kort sum er vælegnað til eina innbjóðing. 

Eingin kom í føðingardag
Teksturin sum var til henda 2. sunnudag eftir trinitatis var um stóru kvøldmáltíðina, sum mong munnu kenna aftur, sum ta stóru altartalvuna í Christianskirkjuni.

Nú vóru vit altso í Viðareiðis kirkju, har hesin teksturin kortini fekk eina barnavinarliga útgávu. Prestur byrjaði við at siga, at tað kemur ofta fyri, at vit vera boðin í ein føðingardag ella eitt brúdleyp.


Tann, ið sendir eina vakra innbjóðing út, væntar sjálvandi, at allir móttakararnir koma í veitslu

Við sær hevði hann eitt vakurt kort við Merkinum á, sum minnir um eina slíka innbjóðing. Tann ella tey, sum bjóða inn, hava fyrireikað seg til dagin, og vænta sjálvandi at øll tey, sum eru boðin, koma.
- Men, segði prestur. - Hugsa tær til, um tað var tú, sum bjóðaði tínum vinum í føðingardag. Tú var so spentur til dagin, og alt var gjørt klárt til gestirnar. Men tá dagurin kom og føðingardagurin skuldi byrja, vísti tað seg hinvegin, at ikki ein tann einasti av tínum vinum kundi koma. Hevði tað ikki verið løgið, og hevði tú ikki verið keddur?
- Soleiðis var tað eisini hjá hesum manninum, tí øll tey sum vóru boðin høvdu ymiskar umberingar fyri ikki at koma í brúdleypið. Hann bað so húskall sín um fara út á gøtur og stræti at bjóða øðrum at koma inn til hansara kvøldmáltíð. Á tann hátt kundi hús hansara verða fult.

Favnurin er altíð opin
Børnini lurta við stórum áhuga, tí tað er munandi friðarligari inni í kirkjuni nú, enn tá gudstænastan byrjaði.
Hetta var í fyrstu atløgu ein endursøgn av líknilsinum hjá Jesusi, men so kom eisini tilskilan – altso ein áminning til øll í kirkjuni, bæði børn og vaksin. Hetta er jú eitt líknilsi, men hevur eisini eina góða og álvarsama kjarnu.


Tann sum bjóðar til kvøldmáltíð, brúdleyp ella ein føðingardag hevur fyrireikað seg væl, so nóg mikið er til øll tey innbodnu

Prestur vísti á, at hetta líknilsið vísir okkum á, at tað er Jesus sum bjóðar fólki til sín – ikki bara nøkrum fáum ella útvaldum, men hvørjum einasta einum, soleiðis at húsið kundi vera fult.
- Hann spyr ikki, hvør tú ert, hvussu tú ert ella hvar tú ert. Hansara innbjóðing er tí ikki bara til nøkur fá. Nei, hon er í roynd og veru til okkum øll.

- Tað er eisini júst hetta sum evangeli'ini snúgva seg um: Óansæð hvussu títt og mítt lív sær út; um tú ert keddur ella í góðum lagi; um tú ert ríkur ella fátækur, so er Guds favnur altíð opin fyri tær, endaði Jóannes Purkhús barnavinarligu prædiku sína.


Øll eru boðin, - eisini til eina familjugudstænastu í Viðareiðis kirkju

MÍN GUD ER SO STÓRUR
Ein partur av eini gudstænastu er sálmasangur og tónleikur, og henda fingu tey øll eisini í ymiskum útgávum.
Fyrst var tað hitt serstaka preludium'ið. Síðani vóru tað sálmarnir, ið vóru hóskandi til dagin. Men so var eitt heilt annað innslag, har øll sluppu at syngja nakrar av sangunum, sum børnini kenna frá sunnudagaskúlanum.
Byrjað var sjálvandi við ”Jesus er besti vinur barnanna”. Síðani lærdu tey ein annan sang við heitinum ”Je-e-e-sus, tú ert verdur”, og endaði henda løtan við ”Jesus er og verður, barnavinurin”.

Øll sungu tey væl við, ikki minst tá ”Upp á tindar” var sungin. Nú kom ein sangur, har hann, sum leiddi sangin, mátti fáa loyvi frá Purkhús til at børnini kundu gera nakað so óvanligt sum at rópa í kirkjuni.
- Jú, ger so væl. Rópi tit bara!, svaraði prestur. Og løtu seinni rungaði sangurin ”Mín Gud er so STÓRUR” í Viðareiðis kirkju.

Nú nærkast gudstænastan endanum, men hon var ikki heilt liðug fyri tað, tí nú fingu øll enn eina spennandi uppliving – ella í roynd og veru tvær: Í fyrra lagi, at listamaðurin Edvard Fuglø skuldi greiða frá listaverki sínum uttanfyri kirkjuna (meiri um tað seinni!). Og í øðrum lagi, at øll vóru boðin til ein døgurðabita á Hotel Norð.


Listamaðurin Edvard Fuglø hevur gjørt eitt framúrskarandi og sera súmbolríkt listaverk í Viðareiðis kirkju

Jú, ein áhugaverd og serstøk gudstænasta var at enda komin. Vónandi fingu tey øll henda boðskapin heimaftur við sær, - at Gud koyrir ongan frá sær, tí at favnur hansara er altíð opin.

Orð&myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)