Skriva út

“Tit eru livandi steinar”

29.04.2021 Tíðindi

– Tykkara arbeiði og tykkara gerningur kann ikki metast nóg høgt, tí tit eru teir livandi steinarnir í fólkakirkjuni, segði formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum leygardagin í røðu fyri kirkjuráðslimum.

Hilmar Jan Hansen

Vanligt er, at tá ið felagið fyri kirkjuráðslimir hevur aðalfund, ber landsstýrismaðurin í mentamálum fram eina heilsan frá politiska myndugleikanum. Men í ár barst Jenisi av Rana frá, og í staðin var tað formaðurin í mentanarnevndini hjá løgtinginum, Djóni Nolsøe Joensen, biðin um at siga nøkur orð.

– At vit hava eina fólkakirkju, merkir jú eisini í orðsins breiða týdningi, at tað er ein kirkja fyri fólkið. Í tí dagliga eru vit mangan so ófør at seta hvønnannan í bás, men tá ið vit trína inn í forkirkjuna, hvørva allir básarnir, segði hann millum annað.

Djóni Nolsøe Joensen nevndi eisini, at kirkjuna kunnu vit altíð søkja til, bæði sum ein frístað og eitt friðstað, har vit søkja eftir friði og tryggleika, og helt hann eisini, at tað var, at kirkjan hevur ein so sentralan leiklut í okkara lívi og í okkara samfelag.

– Kanska serliga í hesum døgum, nú øll hava so nógv um at vera og ein øgilig ferð er á allastaðni, treingja vit til at steðga á og binda frið eina løtu. Tá er tað gott, at vit kunnu minna hvønnannan á, at vit í kirkjuni og trúnni kunnu søkja friðin yvir allan frið – ikki minst í ritualunum og teimum siðvenjum, vit hava í kirkjuni, segði hann.

Verja tað, okkum er litið til
Eisini mintist Djóni Nolsøe Joensen aftur á barnaárini á Glyvrum, har sunnudagurin hevði sína føstu rútmu við bæði kirkjugongd og sunnudagsskúla. – Vit hoyrdu altíð tað góða orðið um Jesuspápa, sum mest av øllum var vinur barnanna og tók tey smáu í sín favn, segði hann.

Eisini tók hann kirkjuliga felagsskapin fram og vísti á, at kirkjan er hjálp og uggi hjá tí einstaka, men eisini ein felagsskapur, har vit søkja saman við øðrum, tí eru vit fleiri saman, kunnu vit megna so øgiliga nógv meira, enn hvør einstakur kann.

– Vit liva í einum samfelag, sum byggir á kristna siðaarvin og tey virði, løgd eru í okkum við tí góða orðinum. Tað forpliktar eisini okkum, sum arbeiða í politiska landslagnum, at vit gera alt tað, vit kunnu, fyri at verja tað, okkum er litið upp í hendi av teimum, ið undan okkum fóru, segði Djóni millum annað.

Hann staðfesti, at prestarnir ofta verða sæddir sum kirkjunnar andlit úteftir, men at kirkjuráðslimir og øll tey, ið tæna og varða av kirkjunum kring landið – tað veri seg í stórum ella smáum – eru partur av einum størri samanhangi og eini tænastu, ið ongantíð má undirmetast.

– Nógv tað mesta av tí nógva, ið verður gjørt og avrikað innan kirkjugátt, er sjálvboðið arbeiði, og tykkara arbeiði og tykkara gerningur kann ikki metast nóg høgt, tí hvør í sínum lagi eru tit teir livandi steinarnir í tí stóru og umfevnandi organismuni, sum fólkakirkjan jú er.

Mynd: Theodor Eli Dam Olsen.