Tiltøkini byrja aftur í Hoyvíkar kirkju

Summarfrítíðin er av á hesum sinni, og nú byrja fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju aftur.
Konfirmantar á vári 2027
Fundur fyri foreldrum og konfirmantum verður í Hoyvíkar kirkju mánadagin 31. august kl. 17. Havið dóps- ella navnabræv við.
Konfirmantarnir byrja at ganga til prest týsdagin 1. september kl. 8.
Smákonfirmantar
Smákonfirmantarnir byrja týsdagin 1. september kl. 13.45. Tilboðið er fyri øll børn í 4. flokki – uttan mun til, um tey skulu fermast ella ikki.
Tilboðið hevur verið roynt áður og royndist tá væl. Hjá smákonfirmantunum læra børnini um kirkjuna og kristna trúgv við spæli, samveru og hugna.
Morgunkaffi
Mikumorgunin 2. september kl. 10 verður aftur Morgunkaffi í Hoyvíkar kirkju við hugnaligari samveru, kaffi og morgunmati. Øll eru vælkomin.
Vøggusangur
Vøggusangurin er byrjaður aftur og er í Hoyvíkar kirkju hósdagar kl. 11. Tiltakið er ætlað foreldrum við pinkubørnum, og Eyðbjørg Hansen stílar fyri.
Til ber at tekna seg á heydbjorg@gmail.com.
Skrúvugudstænastur
Skrúvugudstænasturnar byrja aftur mikukvøldið 30. september kl. 17.30 og verða síðani hildnar hvønn síðsta mikudag í mánaðinum. Tá savnast børn og vaksin til bíbliusøgu, gudstænastu og eina góða máltíð.
Í Hoyvíkar kirkju gleða vit okkum til eitt nýtt hálvár við lívi og samveru – og til at taka ímóti bæði teimum, sum plaga at koma, og teimum, sum koma fyrstu ferð.
