Skriva út
Tiltak fyri eldri í Klaksvík
24.08.2010 Tíðindi

Eldrasamkoma í Klaksvík er sera væl eydnað.
Fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði skipar Hanus á Gørðum, prestur í Klaksvík, við góðari hjálp frá fleiri, fyri eldrasamkomu í kirkjukjallarunum í Christianskirkjuni. Talan er um eina hugnaløtu, sum byrjar klokkan 15, við sangi, bøn, fyrilestrum og samveru.
– Mítt inntrykk er, at fólk eru glað um tiltakið. Tað hava verið millum 70 – 120 fólk til samkomurnar, og tað eru mest eldri fólk, sum møta. Vit hava viðkomandi fyrilestrar, andaktir og drekkamunn aftaná, sigur Hanus, sum sjálvur fær sera nógv burturúr tiltakinum.
– Tað er ein góður møguleiki hjá mær at koma í samband við fólk. At vitja fólk er eitt hjartamál hjá mær, men Klaksvík er ein stórur býur. Tí er ein eldrasamkoma eitt gott høvi at hitta fólk. Eg fari altíð sjálvur ríkari út eftir eina eldrasamkomu ella eina húsvitjan, tí at tað er sera styrkjandi at hoyra fólk siga sína lívssøgu og hoyra um sterka gudstrúgv, sigur Hanus og heldur fram.
– Fólk dáma væl at fáa prest á vitjan, og tað er eisini týdningarmikið, at prestur tekur sær stundir at tosa við tann einstaka úti í heimunum. Tá kenna tey seg á heimavølli, sigur Hanus við einum smíli.
Umframt eldrasamkomurnar hevur eisini verið skipað fyri útferð móti endanum av árinum, har tey fara avstað við bussum. Tað verður gjørt aftur í ár.
– Vit royna av hava fyrilestrar sum eru áhugaverdir og ynskja annars eitt gott samfelag. Øll eru vælkomin til eldrasamkomurnar, sigur Hanus í Gørðum at enda.
Orð og mynd: Heini S. Kristiansen
Onnur tíðindi