Skriva út

Tilmæli - Eingin innandura gudstænasta jólaaftan og jóladag 2021

21.12.2021 Tíðindi

Útgangsstøðið

Tann 13. november 2021 broyttist almenni politikkurin við atliti at Covid-19. Nýggi almenni politikkurin á økinum verður kallaður ferðsluljósini, ið eru grøn, gul og reyð. Liturin sipar til talið av smittaðum um dagin í eina viku.

Tann 9. desember varð tað almenna tilmælið skerpað ella víðkað. Fólkatalið innandura fer niður í helvt í mun til tilmælið dagfest 13. november.

Hámarkið fyri at savnast innandura, meðan ferðsluljósini lýsa gult, er 100 fólk.

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur nú sum áður viðgjørt støðuna og samskift við læknafrøðiligan myndugleika.

Avbjóðingin

Við atliti at gudstænastunum um jólini hevur fólkakirkjan eina dupulta avbjóðing. Tann fyrra er neilig, tann seinna er jalig.

Tann neiliga avbjóðingin hjá kirkjuni er tann sama sum í samfelagnum. Covid-19 smittan ger um seg, og talið av teimum, ið verða smittað um dagin, hevur í langa tíð ligið høgt. Harafturat er eitt nýtt frábrigdi av Covid-19, Omikron, komið til landið. Læknafrøðiligar útsagnir siga, at hetta frábrigdið smittar ógvusliga.

Tann jaliga avbjóðingin hjá fólkakirkjuni er, at sera nógv fólk koma í kirkju um jólahalguna. Talið 100 fólk er at kalla ein ómøgulig avbjóðing.

Yvirskipað kunnu vit siga, at kirkjunnar fólki hóvar ikki væl at standa við kirkjudyrnar og biðja fólk fara heimaftur, tí talið er rokkið.

Í teimum stóru kirkjunum er tað vanligt at hava fleiri gudstænastur jólaaftan, og tað er gleðiligt at síggja, at tær eru fullsettar. Nú umstøðurnar eru øðrvísi, og hámarkið er 100 fólk, er tað at kalla ómøguligt at halda gudstænasturnar jólaaftan sum vanligt.

Vit ynskja okkara kæru og øllum vitjandi vælkomin heim. Vituligt er eisini, at nógva ferðslan landanna millum beint undan jólum økir um smittuvandan.

Londini rundan um okkum hava tikið álvarslig stig til tess at avmarka smittuna og hert tilmælini munandi eisini innan kirkjugátt.

Eingin innandura gudstænasta jólaaftan og jóladag

At fara í kirkju um jólini uttan at kunna syngja jólasálmar er valla tað, ið vit vanliga meta sum eina jólagudstænastu. At sita við masku um andlitið í kirkjuskipinum er heilt fremmant. At fara yvir til atgongumerkir er ikki júst tað, ið hevur eyðkent føroysku fólkakirkjuna.

Fyri einum ári síðan nýttu vit orðini, at vit máttu verja sjúk, gomul og fólk í vandabólki. Nú støðan er, at børn og ung í stórum tali verða smittað, mega vit taka ábyrgd hvør av øðrum og serliga geva børnunum gætur og gera tað, ið gerast kann, fyri at verja tey og harvið verja okkum øll.

Jólaaftan eru serliga nógv børn í kirkju. Tað er ein av orsøkunum til, at leiðslan í fólkakirkjuni í undantaksføri er komin inn aftur á vøllin, eftir at myndugleikin varð lagdur út til ta staðbundnu kirkjuna.

Gudstænastur og kirkjuligar tænastur annars

Allar aðrar gudstænastur og kirkjuligar tænastur verða skipaðar soleiðis sum tilmælið dagfest 24. november 2021 ásetur. Tað tilmælið kallast: “Fólkakirkjan letur dyrnar upp. Ferðsluljósini tikin í nýtslu.”

Løtur uttandura
Um kirkjuráðini og sóknarprestarnir ynskja tað, er møguleiki fyri at hava styttri gudstænastur / andaktir ella kirkjuligar løtur uttandura um halguna. Hetta er eitt plástur á sárið, nú tað kirkjuliga lívið í drúgva tíð hevur verið órógvað.

Um onkur velur at hugsavnað seg í stillum løtum í tí heimliga, kann tað kennast sum ein unnilig uppbyggilig løta og minna um heimalestrar frá gamlari tíð.

Kringvarpið

Kringvarpið er rakt av Covid-19. Møguleikin fyri at gera serligar gudstænastur at senda jólaaftan og jóladag er tess vegna ikki til staðar. Hesar dagarnar verða endursendingar á skránni.

Gleðilig jól í Jesu navni!


Tórshavn 21. desember 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur