Tilboð um sorgarbólkar til miðnámsnæmingar

Studentapresturin fer undir at hava sorgarbólkar á Glasi og á Kambsdali eftir heystfrítíðina.
Um tú hevur mist foreldur, systkin ella ein vin, so er sorgarbólkur kanska akkurát nakað fyri teg. Í einum sorgarbólki eru vit saman um sorgina og saknin - vit eru saman og tosa um, hvussu tað er at missa, at syrgja og tosa eisini um tað, sum er trupult við at hava mist og deila okkara upplivingar.
Royndir vísa, at tað er sera troystarríkt og gevandi at deila sorgina við onkran, sum hevur verið ella er í líknandi støðu. Í einum sorgarbólki hava luttakararnir tagnarskyldu, og hetta er avgerandi fyri, at øll skulu kenna seg trygg.
Studentapresturin leiður bólkin, og vit møtast 7 ferðir. Ein sorgarbólkur má ikki vera ov stórur, so vit verða max 8 luttakarar.
Um tú hevði havt hug at vita meir um hetta tilboðið, ella um tú hevur hug at vera við ella kanska kennir onkran, sum hevði havt hug at luttikið, so er tú vælkomin at seta teg í samband við studentaprestin á: ann@kirkjan.fo/ tlf 237334 ella á Facebook ella Instagram.