Skriva út
Tignarlig løta í Sjóvar kirkju
17.01.2010 Tíðindi

Sunnudagin 17. januar varð Símun Persson Jacobsen innsettur í kallið sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Bjarni Bæk, dómpróstur, innsetti tann nýggja sóknarprestin.
Prestagjaldið fevnir um 4 kirkjusóknir. Kirkjuráðini høvdu felags fund tann 5. januar, har tey innstillaðu prest. Símun varð einmælt innstillaður til kallið. Tann 13. januar varð hann útnevndur av landsstýriskvinnuni Helenu Dam á Neystabø. Hann byrjar tænastuna í Eysturoynni 1. februar.
2. s. í advent í fjør hátíðarhelt Sjóvar kirkja sín 175 ára føðingardag. Í sambandi við hátíðarhaldið varð alment sagt frá, at ætlanin er at byggja eitt hús í nánd av kirkjuni nøkulunda í sama sniði sum kirkjan. Talan er um eitt kapell, ið skal hava fleiri funktiónir. Tann ætlaða byggingin fer at geva kirkjuliðnum víðkaðan møguleika til sosiala samveru, og bygningurin tekur atlit at støðu teirra, ið bera brek.
Allar kirkjurnar í Føroyum hava sín dám, sína byggisøgu og tign. Tær eru ein virðiligur karmur um gudstænastuna, - og hámessan er í eini serstøðu. Vit eiga at varðveita hámessuna tignarliga.
Tó hava tær nýggjari kirkjurnar ein fyrimun fram um tær eldru, um vit hugsa um sosiala samveru. Vit fegnast um nýggjar og prýðiligar halgidómar, ið hava góðar karmar. T.d. er Hoyvíkar kirkja eitt stórt aktiv fyri økið í og rundan um høvuðsstaðin.
Í Eysturoynni kunnu vit nevna nýggju kirkjuna í Gøtu og Fríðrikskirkjuna. Eisini útgrevsturin av kjallaranum í Fuglafjarðar kirkju er eitt kirkjuligt frambrot. Eitt gott og vælegnað høli bæði í sorg og gleði. Í Fuglafirði hava tey havt alternativar føstugudstænastur, har framsýningar av myndlist eru ein partur av gudstænastuni í skipinum og framhaldandi løtu í kjallaranum.
Sjóvar prestagjald hevur eisini eina aðra gamla trækirkju. Kirkjan í Oyndarfirði er at kalla javngomul við Sjóvar kirkju. Í prestagjaldinum møtist gamalt og nýtt, tí kirkjurnar á Selatrað og Skála hava annað snið og eru væl yngri. Eitt spennandi og avbjóðandi kall, ið eftir koyrivegnum fevnir strekkið frá Selatrað til Oyndafjarðar.
Vit ynskja Símuni tillukku og ynskja honum Harrans signing í starvi og kalli.
JF
Onnur tíðindi