Skriva út

Tignarlig løta í Dómkirkjuni

17.01.2011 Tíðindi
Tignarlig løta í Dómkirkjuni


Dómkirkjan er ein góður karmur um eina prestavígslu. Kirkjan er hugnalig og vøkur, og dugnalig fólk, kirkjuráðið og tænarar, ganga kirkjuni til handar. Tað var alt, so sum tað átti. Fyriskipað og lagt til rættis út í æsir. Jú sanniliga er Havnar kirkja dómkirkja.

Serligan dám setti Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson á gudstænastuna. Tey sungu Introitus og eina Motet eftir prædiku. Tað lyftir sálmasangin upp, at eitt so væl syngjandi kór syngur við í felagssálmunum. Væl fyriskipað og samskipað av Gudmundi Mortensen, urguleikara.

Nógv fólk var í kirkju, ja kirkjan var at kalla fullsett. Teir flestu prestarnir - og fleiri fráfarnir prestar – fagnaðu teim nýggju starvsfeløgunum. Hetta hevur stóran týdning fyri tey ungu, at tey kenna felagsskapin millum starvsbrøður og systrar. Kenna seg væl móttikin av einum fólkaríkum kirkjuliði.

Á hesum sinni høvdu vit altargongd, og hon var skipað nakað øðrvísi enn vanligt hevur verið í Føroyum. Talan er um “kontinuerliga altargongd”. Tað merkir einfalt, at fólkið kemur til altars og fær breyðið í hondina. Síðani verður breyðið dyppað í kalikin. Fólkið gekk fram til altarið í tvinni ræðum, og røðini vóru ikki avbrotin. Ein vøkur løta, at síggja fjøld av fólki koma til altars. Harrans likam og blóð.

Anne Mette Greve Klemensen er kallað at gera tænastu í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hon verður innsett í kallið av Una Næs, dómprósti, í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin 23. januar.

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar er kallaður at gera tænastu í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hann verður innsettur í kallið í Hvalvíkar kirkju 30. januar 2011. Bergtórur kemur saman við familju síni at búgva í prestagarðinum í Hvalvík. Prestagarðurin er nýliga dagførdur og hevur fingið munandi ábøtur.

Vit bjóða teim nýggju prestunum vælkomin. Sum kirkja og kirkjulið er tað rætt at minnast tey í bøn og forbøn, at tey mega kenna Harrans ríku signing í verki og kalli.

JF.