Skriva út

Tíggju góð ráð

14.10.2011 Tíðindi
Tíggju góð ráð

Biskupurin á Lolland Falster, Steen Skovsgaard, sum seinast í áttatiárunum í undanfarnu øld var sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, hevur skrivað tíggju boð ella góð ráð til kirkjuráðslimir. Sagt verður, at hesi ráð eru liðir í einum átaki, ið kallast “kirkja fyri enn fleiri”.

Sjálvt um tey tíggju ráðini eru ætlað at bøta um samskifti í einum kirkjuráði, so hava tey samstundis nakað alment yvir sær. Í øllum kristnum verki kunnu vit fáa gagn av ráðunum hjá Skovsgaard, sjálvt um vit ikki geva teimum ta tign, ið tey tíggju boðini frá Sinai fjalli hava. Tess vegna verða tey tíggju hyggjuráðini umsett og løgd á heimasíðuna.

01) Gev tær stundir at tosa um trúgv og kristindóm á hvørjum kirkjuráðsfundi, - so ikki alt kemur at snúgva seg um múrstein og fíggjarviðurskifti.
02) Tak væl ímóti nýggjum hugskotum og sig ikki við tað sama : Tað letur seg ikki gera.
03) Síggj møguleikarnar heldur enn forðingarnar.
04) Minst til, at útsagnir sum : “Tað plaga vit ikki!” eru køvandi.
05) Minst til at slatur og øvund eru drepandi.
06) Hugsa jaligt, og sig nøkur góð orð um kirkjuráðið og prestin og bið fyri teimum.
07) Ver ikki bangin fyri at rósa øðrum, íroknað prestin.
08) Ver fúsur at gera eitt arbeiði, sum eingin annar tímir.
09) Minst til at frávik, mótsagnir og ókend sjónarhorn ikki altíð eru ein meinbogi, men harafturímóti styrkja evnini at hugsa.
10) Ver takksamur fyri tað, sum tit kunnu gera saman, ístaðin fyri at illneitast inn á tað, sum tit ikki kunnu finna útav.

Kelda : Stiftsbladet i Roskilde 3/2009.

JF