Skriva út

Tíðindaskriv nýggj bók: 36 sálma- og sangløg

15.12.2010 Tíðindi
Tíðindaskriv nýggj bók:
36 sálma- og sangløg


Nýggj bók er júst komin út við 36 sálma- og sangløgum, sum Ámundur Berthelsen, fyrrverandi lærari og skúlastjóri, av Strondum hevur gjørt.
Ámundur hevur verið urguleikari í Sjóvar kirkju í nærum 35 ár, og kirkjusangurin hevur ligið hjarta hansara sera nær. Hann hevur gjørt mong løg til sálmar og andligar sangir, umframt aðrar sangir. Løgini eru vøkur og løtt at syngja, og fleiri av løgunum eru eftirspurd av organistum og øðrum. Í bókini eru savnað 36 av løgunum.
Vónandi fara hesi løgini, sum nú eru komin út, at ríka og lívga um sálmasangin í kirkjum og samkomuhúsum og veita ein hugna í heimum víða hvar.
Ámundur stjórnaði eisini í fleiri ár Stranda sangkóri.
Sjóvar kirkjuráð gevur út lagbókina saman við Heimamissiónsforlagnum. Lagbókin er 44 blaðsíður og kostar 150 krónur. Lagbókin hevur stíva permu, og forsíðumyndin er av Sjóvar kirkju.
Bókin er at fáa í bókhandlum kring landið.