Skriva út

Tíðindaskriv frá Føroysku Sjómansmissiónini.

30.10.2009 Tíðindi
Tíðindaskriv frá Føroysku Sjómansmissiónini.

Orð: Torleif Johannesen

Tað hevur verið siðvenja í mong, mong ár, at halda 1. november, allahalgunnardag, sum minningardag teirra sjólætnu.
Sjógvurin er eitt av stóru arbeiðsplássum føroyinga - møguliga tað størsta.
Hetta hevur sett síni spor bæði í gleði og í sorg.
Menningin av skipum og bátum hevur verið stór síðstu árini. Hóast tøknin og trygdin eru í hásæti, og hóast vit hava góð skip og góðar bátar og vælútbúgvin fólk á sjónum, og vaktar og bjargingarskip og tyrlir, so er kortini trupult at sleppa heilt undan óhappum og vanlukkum á sjónum.
At hava ein ávísan dag har vit støðga á og minnast tey sjólátnu, er tí ein vakur siður, sum vit eiga at halda fast við. Teir mongu minnisvarðarnir um landið, bera eisini boð um, at fólkið vil minnast og virða tey farnu.
Eins og undanfarnu ár skipar Føroyska Sjómansmissiónin aftur fyri minningarhaldi í ár. Tað verður sunnudagin 1. nov. kl. 14.00 á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2, í Tórshavn.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður og Sverri Steinhólm, prestur tala.
Aftaná verður farið niðan til minnisvarðan í Viðarlundini har løgmaður leggur krans.
Øll eru vælkomin at vera við til minningarhaldið.