Tíðarætlanin á Glyvrum heldur

Arbeiðið við nýggju Glyvra kirkju er nú komið so mikið væl áleiðis, at liðugt er at grava út, spreingja og planera. Fyrsta betongið er komið inn á byggiplássið og fyrsti parturin av sjálvum fundamentinum er stoyptur.
Kirkjuráðið á Glyvrum og byggileiðslan høvdu herfyri ein kunnandi fund fyri kirkjufólkinum og sóknarbørnunum, har greitt varð frá gongdini í byggingini, og so var ein drekkamunnur aftaná, har prátið gekk væl. Ætlanin er at hava líknandi fundir regluliga, so fólkið kann fylgja við og vita, hvat hendir.

– Meginparturin av sjálvum kirkjubygninginum verður stoyptur, og hesum eru vit nú komin í gongd við, so arbeiðið gongur sína gongd, sigur Eyðun Petersen, byggifrøðingur, sum um fyritøku sína Eyðun er byggiharraráðgevi hjá kirkjuráðnum.
– Samstundis er gongd í øðrum, sum liggur longur frammi í tíð, so sum fyrireikingar til innbúgv, klædning og annað. Higartil heldur tíðarætlanin til fulnar, og vit kunnu við nøgdsemi staðfesta, at arbeiðið hevur gingið væl.
Allur útgrevsturin sjálvboðin
Á kunnandi fundinum, sum var í Glyvra kirkju herfyri, møttu eini hálvthundrað fólk. Bogi Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðaði vælkomin og segði nøkur orð um gongdina í málinum, og so vóru tað bæði Eyðun og dóttirin Marin, sum er byggileiðari, ið greiddu frá byggingini.

– Hetta var ein fundur við góðum dámi, so tað merktist, at fólk eru spent og síggja fram til nýggju kirkjuna. Fleiri spurningar vóru, millum annað um kirkjurúmið og annað, so sum hvat verður gjørt við ta gomlu kirkjuna. Til tað hevur kirkjuráðið onga støðu tikið enn, sigur Bogi Olsen.
– Viðvíkjandi tí nýggju kirkjuni, er innrættingin av kirkjukjallaranum tikin burturúr, tí tann partin ætla vit at gera mest møguligt við sjálvbodnum arbeiði. Men vit fara at leggja okkum eftir at hava hann so mikið kláran, at hann kann brúkast til sunnudagsskúla, so skjótt sum kirkjan annars er liðug.
Sjálvbodni parturin av byggiarbeiðinum sæst annars longu nú, tí allur útgrevsturin er gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og eisini hava fyritøkur latið bæði gravimaskinur, lastbilar, olju, tilfar og annað, og tveir mans hava sjálvboðið tikið sær av øllum graviarbeiðinum.
– Eg kann ikki seta orð á, hvussu nógv tað hevur at siga fyri okkum, tí hetta er stórarbeiði, sum er gjørt. Tilfarið, ið skuldi gravast burtur, vísti seg at vera dupult so nógv, sum roknað varð við frammanundan, men heldur eingin rokning er komin fyri tað, sigur takksami kirkjuráðsformaðurin.
Leggja grundarsteinin á 100 ára degi
Framvegis er galdandi, at kostnaðurin fyri ta nýggju kirkjuna á Glyvrum verður 107 milliónir krónur, og hon skal ætlandi standa liðug tíðliga í 2028. Kirkjan verður 1.140 fermetrar til støddar og fer at taka um 700 fólk.
– Av hesum 107 milliónunum fíggjar landið 19,3 milliónir og eginfíggingin er 36 milliónir. Lánsfíggingin verður tí 51,7 milliónir krónur við eini afturgjaldstíð upp á 25 ár. Tað gevur eitt árligt lánsgjald upp á tríggjar milliónir, harav staðbundni kirkjuskatturin rindar 1,2 milliónir og kirkjugrunnurin, sum er stiftsstjórin, rindar 1,8 milliónir krónur, sigur Eyðun Petersen.
Eitt, sum kom fram á kunnandi fundinum, var ein søgulig upplýsing um, at grundarsteinurin til ta gomlu kirkjuna varð lagdur 9. mai í 1926, og tí var tað onkur av kirkjufólkinum, ið spurdi, um tað kanska kundi verið eitt hugskot at lagt grundarsteinin til ta nýggju kirkjuna 9. mai í 2026.
– Tað halda vit í kirkjuráðnum vera eitt gott hugskot. Eg havi kannað eitt sindur, hvussu tey hava gjørt aðrastaðni, og tað fer óivað at bera væl til at leggja ein grundarstein á sjálvum 100 ára degnum fyri grundarsteinin í gomlu kirkju. Síðani ber til at flyta hann seinni á sjónskt stað í kirkjuni, sum eg veit, at tey hava gjørt aðrastaðni, sigur Bogi Olsen.
Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Christian Joensen