Skriva út
Tí tykkum er í dag ein omnipotentur quasigudur føddur...
28.12.2025 Tíðindi

Hann var ongin bumbumaður ella harðligur ella hartandi maður, men verjuleyst barn, sum varð borið í heim av kvinnu, sum elskaði tað hon bar og síðani bar tað, sum hon elskaði.
Hann kom við frælsisboðskapinum, sum vissar okkum um, at tað himmalska nam og nemur okkum jarðbúgvar. Men vit - so menniskjum líkt -mugu viga, rokna, og seta upp í system, so vit kunnu sannførast, áðrenn vit trúgva.
Vit flúgva í rúmdarførum langt upp í ókenda rúmd og siga, at har var ongin Guð, meðan aðrir rúmdarmenn siga, at Guð var allastaðni.
Vit fara at rokna út, nær Hann kann vera føddur, hvussu stóðu stjørnurnar, var Heródes til og var Kvirinius landshøvdingi í Sýriulandi ?
Vit mugu sannførast. Og hvussu við okkara orðið jól og farnum fornum siðum, hvussu hongur tað saman ? Og sólin ? Skulu vit heldur lovsyngja “sólarmammuni” enn Honum, sum tendraði mána og stjørnur, og hvar vóru vit tá, sum Job sigur ?
Og tá fólk fyrilitarleyst bumba og drepa og óndskapurin er ræðuligur at eygleiða, so spyrja vit “hvar er Guð?”
Men hvar eri eg og hvar ert tú ? Guð hevur okkara hendur at gera gott við og vit eru ikki heiladeyðar marionetdukkur, men livandi menniskju við frælsum vilja, sum mugu berjast móti tí ónda og myrka og hvussu gera vit tað ?
Frá tíð til aðra hevur ymiskt verið gjørt, fyri at fáa fólk í kirkju at hoyra orðini “at vit eru longu elskaði”.
Loysunarorðið í dag er wellness og hvør heldur tað ikki vera gott fyri likamið at verða mýkt og smurd inn í vælangangdi smyrsl, men hvussu massera vit sálina, so hon kann verða kúrr og fáa fast “undir fóti?”
Danskur prestur hevur leigað saunu, har kirkjufólk kunnu keypa sær atgongd til kirkjuligt sauna gus. Tá fólkini so sita og sveitta, so kemur prestur av og og á innar og sigur okkurt bíbilorð ella tey syngja. Prestur heldur, at hetta at sita saman og sveitta fær okkum at hugsa og gáa um, hvat meiningin er við tí heila.
Ikki veit eg, men vit vija so fegin gera alt møguligt, so vit fáa fatur á tí guddómliga. Kanska er nóg mikið bara at koma við tómum hondum og so hendir undrið....
Og so stendur kirkjan har, sum bæði er eitt helle í gerandisdegnum, ein bunkari og ein griðstaður og sum í dag skal taka støðu til nýggjan veruleika hjá okkum mannabørnum, sum er broyttur og broytist javnt og savnt, nú AI er komið fyri at vera. Nú vendir alt á høvdið, hvat er sannleiki og hvat er lygn?
Vit biðja AI hjálpa okkum við hesum og hasum og vit takka, tá vit fáa svar, sum vit tó ikki ána um er rætt og vit vita heldur ikki, um nakar ger sær dælt av okkara samskifti.
Vit hava ein omnipotentan quasigud, sum ikki er ein guddómur, men sum meiri er at líkna við veruligan guð, men sum ikki megnar at bjarga okkum og ger hesin “nýggi guð” okkum til betri menniskju ? Fær hann okkum at royna at vinna á tí ónda við tí góða?
Okkurt seiggi má vera í lítla barninum í krubbuni, sum fór á føtur og vaks seg til mans og kom við ultimativa frælsisboðskapinum, sum setur skilmark millum tað sum var og sum er, júst sum hansara føðing broytti tíðina til áðrenn og eftir Kristi føðing.
Tað var ikki eitt ævintýr, sum byrjaði við at “eina ferð var tað í einum fjósi”, men tað byrjar við factum est : men tað hendi !
Og tað ger allan munin.
“Jesu navnið hevur verið rópt út í katedralar. Jesu navnið hevur verið teskað av doyggjandi varrum. Jesu navnið hevur verið teskað í katekombum. Tað hevur verið sagt av pínslarváttum og drápsmonnum, kongum og neyðardýrum. Jesu navnið er tengt at tí mest hásinnaða, men eisini til svikaráð, kærleika og manndrápi. Jesunavnið er eisini álit, eymleiki og trúfesti, men eisini deymur av blóði og ørvitisskapi. Jesus er negldur fastur á krossin av yrkjarum og tónleikarum. Trúgvin á Jesus er bønað ella lumpað inn í sálina á fólki ella hon hevur frítt funnið sær veg inn í sálina og har givið menniskjanum sælan frið. Í Jesu navni hevur mann uggað tey sjúku og svongu. Í Jesu navni hevur mann vælsignað vápn, men samstundis hevur mann fyrigivið sínum fíggindum í Jesu navni.”
Onnur tíðindi