Skriva út

Tey syngja sálmar av hjartans lyst

17.07.2023 Tíðindi

Kringvarpið er í ferð við at fullføra ætlan teirra, um at fáa allar teir hundraðtals sálmarnar í serstaka sálmasavn teirra. Upptøkur hava verið gjørdar kring oyggjarnar síðani í 2009, men enn vanta fleiri sálmar í.

Sálmasangur: ”Tú hoyrir veruliga, hvussu væl hesum fólkunum dámar at syngja saman!”
Soleiðis hevur mangan verið sagt um tann stóra skaran av sangglaðum føroyingum, sum hava sett eitt heilt kvøld av fyri at syngja sálmar í eini kirkju, samstundis sum upptøkutólini vóru sett til.

Allir hesir sálmarnir hava síðani verið væl brúktir, eins og nógv hava havt gleði av at lurta eftir teimum á fløgunum, sum Kringvarpið hevur givið út við heitinum ”Syng mín sál”.

Eitt annað endamál við øllum hesum upptøkunum hevur verið at útvega sálmar til savnið av sálmum, sum stovnurin eigur, og sum liggja á alnetinum, til ein og hvønn at brúka.

Eru tey mong, sum lurta eftir hesum sálmunum, so eru tað so sanniliga eisini fleiri kirkjur og samkomur, sum næstan eru bundnar at hesum upptøkunum: Tær eru nevniliga við til at tryggja, at tað altíð er sálmasangur, tá kirkjufólkið kemur saman til gudstænastu.

Í farnu viku var ein samrøða við forkvinnuna í kirkjuráðnum í Skálavík, Anitu Joensen her á heimasíðuni um júst henda spurningin. Fyri skálvíkingar var valið einfalt, men kortini avgerandi:
Gera vit ikki brúk av sálmasavninum hjá Kringvarpinum, so verður trupult at hava gudstænastur hvønn sunnu- og heiligdag. Víst hevur kirkjan orgul, men hevur ikki altíð organist. Tí gera tey brúk av hesum tøkniliga møguleikanum.
- Ja, vit eru í øllum førum sera takksom fyri henda møguleikan. Men hinvegin dámar okkum best, tá orglið verður brúkt til sálmasang, slær Anita Joensen fast.


Nógvir sálmar eru longu at finna í sálmasavni Kringvarpsins. Men fleiri eru eftir

Einføld loysn
Tá klokkan ringir inn til gudstænastu í einumhvørjum staði, er altíð eitt ynski um, at nógv fólk mugu koma í kirkju, soleiðis at kirkjan kann gerast fullsett.
Hetta er tíverri ikki so, og mangastaðni kring oyggjarnar sita tó nøkur fá, men kortini sera trúføst kirkjufólk til gudstænastuna. Fyri hesi hevur tað minni at siga, um prestur er á vitjan ella tað er deknurin, ið lesur eina prædiku.

Nøkulunda tað sama ger seg galdandi, tá talan er um kirkjutænararnar, og her serliga tey, ið hava evni, gávur og hug at spæla orgul til sálmasangin. Hesi fólkini mugu í dag sigast at vera ein mangulvøra.


Sangglaðir fuglfirðingar og fólk aðrastaðni frá syngja av hjartans megi, nú Kringvarpið tók sálmar upp. - Vit hava nógvar upptøkur í savninum, men enn er langt á mál, sigur Armgarð Arge frá Kringvarpinum (innfeld)

Í øllum kirkjum ynskir ein at hava góðan tónleik undir gudstænastuni, men har tað ikki ber til, hevur ein valt aðrar og meiri tøkniligar loysnir. Ein av hesum kirkjum er hon við Gjógv, har tey í síni tíð fingu ein dugnaligan organist at spæla flestu sálmarnar inn á diskettir.

Aðrastaðni hevur ein valt at gera brúk av stóra og tøkniliga einfalda savninum, sum Kringvarpið hevur tikið upp tey seinastu árini. Til hetta krevst ikki tann stóra tøknin, og enn minni tann stóri tøkniligi kunnleikin, eins og vit vístu á í fyrru greinini frá Skálavíkar kirkju.
Umvegis eina teldu ella teldil er einfalt og lætt at finna røttu sálmarnar fram, og síðani spæla teir av gjøgnum hátalarar, soleiðis at sálmasangurin kann runga í einihvørjari kirkju ella bønhúsi.

- Ja, vit hava longu hundraðtals sálmar í savninum, og enn er nakað til vit eru komin á mál. Men vit arbeiða framvegis við tí, sigur Armgarð Arge, samskipari á átrúnaðarliga økinum í Kringvarpinum.
Tað er hon, sum saman við starvsfelaga sínum, Kára Sólstein hevur lagt hesi sálmakvøldini til rættis. Tá korona herjaði kring oyggjarnar, kom kortini ein steðgur í.


Andras Sólstein spælir so trúfast á horn, nú upptøkur av sálmum verða gjørdar í Christianskirkjuni

10 sálmar
Tað er ikki altíð so langt millum eitt hugskot og veruleika. Soleiðis var eisini støðan í Kringvarpinum, tá spurningurin um at gera meiri burturúr øllum upptøkunum av sálmum, kom fram.

Millum ár og dag eru nógvar upptøkur gjørdar í kirkjum, bønhúsum, samkomuhúsum og aðrastaðni. Og hví ikki lata almenningin fáa høvið at hoyra – og ikki minst brúka – allar hesar upptøkurnar? Sum sagt, so gjørt.

Armgarð Arge upplýsir, at Kringvarpið hevur allar sálmarnar í Sálmabókini í savni teirra, og verða hesir í størstan mun brúktir, tá Morgunlesturin er á skránni. Men í 2009 var farið undir at fáa allar sálmarnar sungnar inn av nýggjum.


Í Sálmabókini og Ískoytinum eru íalt 741 sálmar, men enn vantar nakað í, til teir allir eru at finna í sálmasavninum hjá Kringvarpinum

Tað var í hesum sambandi, at Kringvarpið byrjaði at ferðast kring oyggjarnar fyri at taka teir upp av nýggjum. Hetta var gjørt í samband við eitt tiltak, ið lýst var sum ”eitt sálmakvøld”. Her høvdu fólk møguleika at koma saman at syngja, alt meðan mikrofonirnar tóku vakra sangin upp.

- Vit hava verið í nógvum kirkjum og samkomuhúsum og tikið upp. Og tað sæst og merkist beinanvegin, at hetta er nakað sum fólki dáma væl. Tey eru spent til hesa uppgávuna, og møta tí eisini upp í stórum tali.
- Vit velja so nakrar sálmar at syngja í hvørjari kirkju, og sum so verða tiknir upp. Hóast teimum dámar væl at syngja, so er tað kortini strævið at syngja nógvar sálmar í eitt kvøld, greiðir hon frá.
Tey hava tí valt, at avmarka talið av sálmum til einar 9-10 hvørt kvøldið, soleiðis at alt kann verða sungið av heilum huga.

Mest selda
Hesar upptøkurnar eru gjørdar í kirkjum og samkomuhúsum í til dømis Havn, Vestmanna, Fuglafirði, Klaksvík, Vági og nettupp eisini í Skálavíkar kirkju.
Sum dømi um undirtøkuna kann nevnast eitt av hesum sálmakvøldum, sum var á skrá í Christianskirkjuni í Klaksvík. Hetta var eitt mikukvøld í september mánaði í 2019, tá upptøkurnar til jólasálmar og páskasálmar vóru gjørdar.

Við urguna sat Johanna Johannesen, meðan Andras Sólstein spældi horn til nakrar av sálmunum, meðan eini 250 sangglaðir norðoyingar av heilum hjarta sungu nakrar av góðu og kendu sálmum okkara.


Omanfyri 250 fólk í Christianskirkjuni, tá Kringvarpið vitjaði fyri at gera upptøkur av sálmum

Sum skilst høvdu fólk veruliga áhuga í at hoyra, hvussu væl hesin sálmasangurin ljóðaði, kundu tey bara ogna sær fløguna , sum kom út undan jólum hetta árið.
Og fyri at runda prátið um hesar upptøkurnar av, so var ”Syng mín sál 2”, sum kom út í 2011, mest selda fløgan í 2011, sambært eini uppgerð frá Gramex-grunninum.

Hetta er onnur greinin um sálmasangin í kirkjunum og sálmasavnið hjá Kringvarpinum. Tú kanst vitja sálmasavnið við at trústa á her. 

Orð: Snorri Brend/Myndir: Alnetið