Skriva út

Tey koma allastaðni frá at vitja Christianskirkjuna

14.06.2023 Tíðindi

”I wonder if ... ?”, spurdi enska parið, sum seinnapartin týsdagin vitjaði í Christianskirkjuni. Tey vóru komin allan vegin úr Bretlandi til Føroyar, og nú stóð stórbæra og skjótt 60 ára gamla kirkjan í Klaksvík á skránni.

Ferðafólk: Tað var lýtt úti og sólin skein oman og niðan, men fyri tey hevði tað ikki so nógv at siga.
Nú vóru tey komin úr Havn við bussi til Klaksvíkar, og so ráddi at fáa sum mest burturúr, nú tey vóru í næststørsta býi okkara.

Og her, mitt í fiskivinnuhøvuðsstaði okkara, liggur so kirkjan, ið nærum dregur tey vitjandi at sær. Higar máttu tey fara og steðga eina løtu, inntil tey skuldu náa bussin hjá Bygdaleiðum, sum skuldi koyra tey heilt til Viðareiðis.

Løtan í vøkru og stórslignu kirkjuni mátti nýtast til fulnar. Tey settust fyrst har úti við hurðina, meðan tey íðin og spent lósu faldaran um kirkjuna, sum so greidliga er skrivaður bæði á føroyskum, donskum og sjálvandi enskum máli.

Tað var her, at tey fingu eyguni upp fyri enn einum vitjunarverdum staði í kirkjuni: Vit mugu sjálvandi síggja ”the exhitibion” um ”Jesus of Nazareth” í kjallaranum.

Altartalvuna hjá Joakim Skovgaard hevði so avgjørt teirra áhuga. Tey reistust og fóru longur fram móti kórsgáttini, so tey av álvara kundu fáa allar smálutirnar við, og kanska eisini fáa svar uppá onkrar týdningarmiklar spurningar.

Júst her kom ein annar vitjandi av føroyskum uppruna teimum til hjálpar. Kvinnuligi vakturin, sum dugdi væl at taka sær av teimum vitjandi í kirkjuni, var júst hesa løtuna upptikin av einum færoyskum pari, hvørs áhugi eisini var í ”the exhibition” - sí myndina.
”I wonder”, segði maðurin.  Hvaðani eru hesir báðir steinarnir, sum eru við til at skapa doypifuntin. ”From the Faroes?”, vildi hann hava at vita.

Føroyingurin visti tó at siga teimum, at noy, bert annar teirra er føroyskur. Tað stendur nevniliga í faldaranum, at sjálvur doypifunturin er úr Danmark – í roynd og veru stavar hann frá eini kirkjutoft í Norðursælandi, og stendur á einum føroyskum basaltfóti.
- Ja, segði hann, meðan hann læs úr faldaranum. - Her stendur, at líknandi skírnarfuntar vórðu brúktur í Norðurlondum í miðøldini. Fóturin er ”a donation from the vestry”.

Kvøldmáltíðin
Bretsku hjúnini vóru ikki so at tippa, tí hesin spurningurin um doypifuntin leiddi í roynd og veru til tann næsta áhugaverda spurningin.
Tey høvdu sitið eina góða løtu og eygleitt listaverkið og allar teir ymisku smálutirnar, sum danski málarin Joakim Skovgaard í 1901 fekk við á altartalvuna.
Fyri at gera eina langa søgu stutta, so hevur kirkjuráðið fingið hesa myndina, sum verður mett at vera høvuðsverkið hjá Skovgaard, í varðveitslu.

Hesa ferð var tað konan sum vildi vita, um henda stóra altartalvan var ein lýsing av brúdleypinum í Kána. Har var í øllum førum eitt dekkað borð ovast í myndini, eitt brúðarpar og fólk ávegis í brúdleyp.

Aftur her kom føroyingurin teimum til hjálpar við eini rættleiðing og einum noy. Kann vera at hetta líkist teirri frásøgnini, men hetta er ein málningur um ta stóru kvøldmáltíðina, soleiðis sum hon verður frásøgd hjá Lukasi í Nýggja Testamenti.
Jú, tey vóru á einum máli um, at kirkjan var sera vøkur – og altartalvan ikki minni snøgg og sigandi.

8000 vitjandi
Skipanin við vaktum í Christianskirkjuni er einføld hon, at tað eru sjálvboðin fólk, sum til ávísar tíðir eru her og greiða fólki frá øllum tí spennandi, sum her er at síggja og uppliva.

Opið er vanliga frá klokkan 11 til 17, og fólk koma alla tíðina. Dyrnar læta upp um hálvan mai og er opið fram til hálvan september.
Í gjáramorgunin høvdu tveir bólkar verið og vitjað, og seinnapartin var eisini væl av fólki. Umframt hesar báðar bretarnar var eisini eitt danskt par og eitt franskt par inni í kirkjuni samstundis.

Bara fram til klokkan 14 høvdu eisini 70 fólk vitjað kirkjuna, og soleiðis heldur á, heilt til dyrnar verða lætnar aftur. Í fjørsummar vitjaðu eini 8000 fólk úr øllum heiminum kirkjuna.

Líkt er til, at sama gongdin verður aftur í ár, tí longu nú er greitt, at bólkur aftaná bólki, og fólk aftaná fólk leggja leiðina inn í kirkjuna. Tey flestu vitja bara kirkjuna, summi bara listaverkini í kjallaranum, og onnur bæði tvey.

Bretska parið hevði eisini fingið at vita – ella høvdu tey lisið tað í faldaranum – um listprýðini hjá Edvardi Fuglø.

- Is this exhition still open?, vildu tey hava at vita. Jú, sjálvandi er hon tað.
Tey skundaðu sær niður í kjallaran. So rukku tey eisini hetta, áðrenn leið 500 skuldi fara til Viðareiðis!

Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)