Skriva út

Tey gingu tveir tímar fyri at koma í kirkju

17.04.2023 Tíðindi

Í Saksunar kirkju verða gudstænastur framvegis hildnar, eins og gjørt hevur verið síðani 20. juni 1858. Frammanundan mátti bygdarfólkið ta drúgvu og mangan ótespiligu ferðina upp um skarð og fjøll, skuldu tey til gudstænastu í sóknarkirkjuni, sum lá í Tjørnuvík. Nú er atkoman so nógv lættari, at fleiri velja at lata seg víga her.

Saksun: ”Spyrt tú meg, so er lítla kirkjan í Saksun tann vakrast staðsetta kirkjan, sum eg yvirhøvur havi sæð”.
Orðini eigur ein donsk kvinna, sum er ein av teimum mongu túsundtals ferðafólkunum, sum millum ár og dag hava vitjað í Saksun.

Eitt er vakra bygdin. Eitt annað er serstaka staðið í Lónni. Og eitt heilt triðja er tann snøgga, vakra og gamla kirkjan, sum í summar kann hátíðarhalda 165 ára dag sín.
Væl er Múlafossur í Gásadali tann myndin, sum man vera mest avmyndaða motivið í Føroyum. Men neyvan er kirkjan í Saksun nógv aftanfyri í so máta, eins og vakra myndin hjá donsku íverksetarakvinnuni Mitzie Mee ovast í greinini greitt vísir.

Um kirkjuliðið her ikki telist millum tey stóru, so kemur tað meiri enn so fyri, at fólk ynskja at verða vígd í hesi hugnaligu kirkjuni, sum upprunaliga hevur staðið í Tjørnuvík.
Eftir at hava verið til brúðarvígslu í kirkjuni, greiða vit her eitt sindur frá upprunanum til hana, og fáa orðið á sóknarprestin, Jákup Erlingsson Petersen. Tað var eisini hann, ið stóð fyri brúðarvígsluni henda dagin.

- Fyri mong, sum koma úr størri støðum, er tað at koma til Saksun sum at fara í ein annan heim, sigur hann.


Partar av niðurtiknu kirkjuni í Tjørnuvík eru at finna í Saksunar kirkju 

Til gongu um skarðið
Hyggja vit eftir søguni um kirkjuna í Saksun, so er støðan hon, at eingin veit við vissu at siga, um nøkur kirkja hevur verið her undan teirri, sum var vígd í 1858.
Søgukøni, Eilif Samuelsen skrivar um kirkjuna, at á Kvíggjhamri er kortini eitt stað, sum verður nevnt ”Bønhúsfløta”. Tað kundi bent á, at her hevur verið eitt bønhús einaferð í tíðini.

Frá gamlari tíð hevur Saksun hoyrt upp í Tjørnuvíkar sókn, har kirkja eisini var. Eins og vit áður hava umrøtt støðuna hjá árnfirðingum, sum máttu í kirkju í Klaksvík fram til 1937, so minti hetta ikki sørt um støðina hjá saksuningum, sum máttu í kirkju í grannabygd teirra, nevniliga í Tjørnuvík.
Hetta var ein langur og sera ólagaligur vegur til gongu upp um skarðið. Hugsingur var ikki at fara við báti, tí tað var eitt gott petti at sigla, eins og báðar bygdirnar eru brimpláss.
Ja, sambært tí, sum fjallakøni ferðaleiðarin, Pól Sundskarð skrivar, so er her talan um ein torføran túr, sum er omanfyri seks kilometrar at ganga. Mett verður, at hesin túrurin tekur góðar tveir tímar at ganga.

Fara vit líka aftur til støðuna í Tjørnuvíkar kirkju fyri 173 árum síðani, altso í 1850, var hon í so ringum standi, at ikki var hugsingur um at gera annað við hana, enn at taka hana niður og byggja eina nýggja.
Tað var kortini júst henda kirkjan – ella partar av henni - sum seinni var flutt til Saksunar. Í 1858 var hon vígd, og verður brúkt enn í dag.


Í gomlum døgum – tað er: fyri 1858 – máttu saksuningar ganga um fjøll og dalar, um farast skuldi í kirkju í Tjørnuvík

Orglið avloysti kingosangin
Eilif Samuelsen skrivar víðari, at fimm ár frammanundan hesi hending – hin 12. desember 1853 – sendi sóknarpresturin Carl Wilhelm Prytz eina umsókn frá kongsbóndunum í bygdini til sjálvan kong, har teir søkja um loyvi at byggja kirkju her.
Víst verður á, at 70 ára gamla kirkjan í Tjørnuvík er í so ringum standi, at tað bert eru hendingastøð í kirkjuni, har ein kann sita turrur. Inni í kóri lekur serliga illa, og tí er ógjørligt at hava altargang, um tað regnaði henda dagin.
Henda kirkjan var tikin niður í 1857, og tað sum nýtiligt var av henni, varð lagt av til nýggja kirkju í Saksun, meðan restin var selt á uppboði.

Áhugavert er at nevna, at um sama mundið, sum saksuningar leggja fyrstu steinarnar til egna kirkju, verður kirkjan í Haldórsvík vígd, 2. sunnudag í advent 1856. Samstundis við hetta, mistu tjørnuvíkingar sína kirkju árið eftir, og vóru í roynd og veru uttan kirkju í samfull 80 ár, heilt fram til oktober mánað í 1937.
Í juni mánaði 1858 – 3. sunnudag eftir trinitatis, sum var 20. juni – var kirkjan í Saksun vígd. Sama dag vóru eisini tvey gentubørn doypt – ein úr Tjørnuvík og hin úr Dúvugørðum í Saksun, og var fødd dagin fyri.

Annars kann nevnast, at fyrsta konfirmasjónin var 1. sunnudag eftir páskir í 1859, tá 15 ungdómar vóru konfirmeraðir. Tað gingu tó seks ár aftrat, inntil fyrsta vígslan var hildin her hin 14. november 1865.

Sløk 100 ár seinni – í 1957 - fekk Saksun streym, og seks ár seinni fekk kirkjan lagt bæði ljós og hita inn.
At enda í hesi lýsingini av Saksunar kirkju kann vera sagt, at kingosálmar hava frá eldri tíð verið sungnir í føroysku kirkjunum, men síðani orglini gjørdust meiri vanligt, avloystu tey nýggjaru løgini so líðandi Kingosangin. Tó livdi kingotónin longst í Tjørnuvík og Saksunar kirkjum.

Eilif Samuelsen skrivar, at í Saksunar kirkju sang Magnus Pauli Magnussen, við síni sterku og føstu rødd, kingosálmar heilt upp til fyrst í 50’unum, tá hann gavst sum deknur.


Fleiri pør - eisini útlendsk - velja at gifta seg í Saksunar kirkju

Úr útheimi at giftast
Í fyrru greinini um kirkjuna í Saksun (sí niðanfyri) var greitt frá, at tað eru tey sum ynskja at verða vígd júst í hesi kirkjuni. Hetta sama gjørdu Johanna og Sonhard Dalfoss leygardagin 1. apríl í ár.
Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur við Saksunar kirkju, greiðir frá, at her hava verið heilt fáar vígslur seinastu árini.

Til prestagjaldið hoyra allar bygdirnar úr Hósvík og heilt norður til Tjørnuvíkar. Fimm kirkjur eru her: Kirkjurnar í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík og sjálvandi Saksun.


Saksunar kirkja hoyrir til tær gomlu, men kortini sera hugnaligu trækirkjurnar í Føroyum

Høvuðsorsøkin til vígslurnar í Saksun er helst hon, at brúðarparið her fær eina serstaka uppliving, oftast tí at annar teirra hevur tilknýti til bygdina, eins og tað var í áðurnevnda føri.

- Men tað er eisini komið fyri, at útlendingar hava spurt seg fyri um at kunna verða vígd her.
- Eg kann vísa á eitt par, sum segði, at um tey einaferð skuldu vígast, so ynsktu tey, at tað skuldi verða júst her í Saksunar kirkju, sigur hann.

Eftir hansara hugsan, er tað hugnaliga og ævintýrkenda landslagið tað sum dregur, við hesi gomlu og hugnaligu kirkjuni sum eini perlu mitt í hesum.

- Fyri mong, sum koma úr størri støðum, er hetta sum at fara í ein annan heim. Fyri tey er hetta persónligt, og eitt stórt upplivilsi fyrstu ferð at koma í Saksunar kirkju.


Kristus á krossinum verður boðaður her í dag, eins og hann hevur verið tað seinastu 165 árini

Á herðunum úr fortíðini
Jákup E. Petersen, sum er búsitandi í Hvalvík, hevur verið sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi síðani á heysti 2019, og hann minnist væl dagin, tá hann hevði fyrstu gudstænastu sína í Saksun.
Hann hevði í roynd og veru ongantíð verið í kirkju her áður, ikki fyrrenn sunnudagin 15. september hetta árið, tá gudstænasta var her, tí prestur skuldi prædika.

Júst um hetta mundið skipaði Sunda kommuna fyri mentanardøgum, har gudstænastan í Saksunar kirkju var partur av áhugaverdu og drúgvu skránni. Og her var eisini gjørt nógv burturúr.
Umframt fyrstu vitjanina hjá nýggja prestinum, setti Kingobólkurin úr Tjørnuvík dám á gudstænastuna við teirra serstaka sangi, eins og tey vóru forsangarar til sálmasangin á donskum, millum annað ein Kingosálm, tí eingin urguleikari var.

- Tað var heilt einastandandi soleiðis at merkja so týðiligt, at kristna trúgvin hevur langar røtur, sum her heilt ítøkiliga rukku øldir aftur.
- At vit standa á herðunum hjá hetjum úr fortíðini, gevur okkum, sum liva í dag, áræði at bera gleðiboðskapin víðari til okkara tíð, sigur Jákup E. Petersen at enda.

Orð/myndir: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

- - - - 

Fyrra greinin um kirkjuna í Saksun ”Loksins kom brúðurin – og tey blivu gift”, sum stóð her á heimasíðuni 13. apríl 2023, kann lesast her.