Skriva út

“TEIR SJEY LESTRARNIR”-gudstænasta við altjóða dámi Í CHRISTIANSKIRKJUNI

03.12.2021 Tíðindi

Sunnudagin 5. desembur kl. 16.00 verður Liturgisk gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni við Marjun Lómaklett, har leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnir frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.

Ímeðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Enskir sálmar verða eisini sungnir.

Aftaná gudstænastuna verður ein góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.

Hjartaliga vælkomin!