Skriva út

Teir sjey lestrarnir

10.12.2023 Tíðindi

Seinasta mikukvøld kallaðu kirkjuklokkurnar saman til "Teir sjey lestrar"-gudstænastuna við Marjun Lómaklett í Christianskirkjuni.

Væl yvir 100 fólk høvdu leitað sær í Christianskirkjuna - í hesi sælu adventstíð - til hesa serstøku gudstænastu við serligum dámi við skiftissangi og har ymisk leikfólk lósu teir sjey lestrarnar frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.

Í meðan fólkini lósu, varð sjeyarmaði ljósastakin tendraður. Løtan bleiv hildin við sálmasangi, stillum urgutónleiki og møguleiki var at kveikja kertur í ljósglobuni.

Eisini framførdu "strúkara- og blokkfloytubólkarnir" úr Klaksvíkar Tónlistaskúla so fagurt "Gleðilig jól" undir gudstænastuni. Aftaná gudstænastuna var góður drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.
Orð: Marjun Lómaklett
Myndir: Ragnhild Ellingsgaard, Bente S. Thomsen, Gunnvá T. Joensen