Skriva út

”Tað gongur nokk….”

05.07.2020 Tíðindi

Onkur kallaði Føroyar ” The land of maybe” og kanska er tað frálíkt heiti. Tí veður og vindur og umstøður broytast skjótt og hvat kunnu vit menniskju tá gera, annað enn bara at bíða, til alt verður eftir vild?

Í Danmark hava sjampagnupropparnir larmað, tí funnin er koronuvaccina, sum riggar hjá mús.  So er eftir at fáa vaccinu at rigga hjá okkum menniskjum.

Og vit bíða, tí tað er okkara lutur. Kanska verður tað skjótt.

Mítt ættarlið er markað, vit hava øll arr á herðunum frá Calmettu vaccinu. Foreldur mintust, hvussu ræðuligt tað var, tá tuberklarnir gingu. ”Langomma tín misti trý børn í bestu árum, hugsa tær,” segði mamma við meg. Og so at flyta fólk niðan í Hoydalar at verða, tí tey smittaðu og vóru sjúk. Men so kom vaccinan og bygningarnir í Hoydølum blivu til dreingja- og gentukostdeildir við vón og kærleika, látri og rómi. Burtur var sjúka og stúran.

Tá vit  byrjaðu í skúla, skuldu skúlabørn oman til skúlalækna, sum var landslæknin.

Man fekk plástur á bringuna og eftir nøkrum døgum skuldi so kannast, um alt var í lagi.

So fóru vit saman við mammunum oman til landslæknan, sum helt til í kommunuskúlanum. Har vóru tvær so stak fittar sjúkrasystrar, sum vóru eitt slag av kitti millum læknan og mammurnar við børnunum.

Hann hevði hvítt hár og butterfloy. Kalda grótgólvið kendist kalt móti barnafótunum. Stórar, hvítar undirbuksir við ládnari rangu og mammur við tasku á arminum og vatnonduleraðum ella permanentaðum hári. Ongin segði eitt orð.  Minnist, at onkuntíð bíðaðu vit, til læknin var liðugur at tosa hart og rópandi í svartari telefon á borðinum.

”Hví er gentan so kløn og visalig, fær hon ikki lýsi? Hon fer undir stein!” Soleiðis hartaði læknin mammu og mammurnar søgdu ja og amen, tí tær høvdu virðing fyri mannliga myndugleikanum.

Somu virðing hava vit ikki fyri landsins myndugleikum í dag, vit sprota og kanna eftir og finna sjálvi svar og ganga egnar leiðir.

Ivaleyst hevur tað av sonnum verið hildið at vera skakandi nýbrot, tá man kundi vaccinera móti tuberklum, koppum og øllum barnasjúkunum. Nú gingu vit fram móti bjartari tíð, har vit kundu fáa andevnini at økjast í føroyingum , so vit blivu sterk og ongin sníkur soleiðis kundi fáa okkum at søkka í knæ.

Onki var at óttast fyri, men so kom korona.

Og við eitt broyttist alt og øll. Allar koppsetingar og vaccinatións kort og horvnar barnasjúkur vórðu gloymdar, tí nú lógu vit víðopin fyri koronu. Og við eitt varnaðust vit, hvussu alt broyttist. Vit broyttu atburð, vit tóku atlit við at halda frástøðu, vit kundu ikki savnast sum áður, liðugt við at leggja ferðaætlanir, tí londini stongdu teirra mørk.

Gomul virði dagaðu undan og sum um tað ikki var nóg mikið, so varð náttúran eisini løgin. Fuglar, sum búðu í stórbýum hava sungið harðari enn aðrir fuglar, tí býirnir larmaðu so illa. Teir fóru nú at syngja lægri eins og børn, sum móð koma av stovni og halda á at rópa og skrála fyri at verða hoyrd, til tey hava vant seg við friðin heima í húsinum.

Lærlittar loðmoyggjar hertaka trø og runnar, so bíbilsku plágurnar renna einum til hugs.

Og grindin?! Kollektiva rópið ”grindaboð”, sum fær mann av húsum við knívi í hond kapprennandi oman til bát ella sjóvarmála at drepa og fáa kjøt til høldar, so lykkjur kunnu fást upp at turka til ”grinda sushi” um heystið, ja tað er eisini broytt. Grindin svimur inn í firðir og undrast ivaleyst stórliga, hví slíkur friður er. At bátur enntá hjálpir henni til havs aftur, út í frælsið, har ongir mønustingarar eru, hvør skuldi trúð tí?

Eru vit í einum løgnum tíðarlumma beint nú? Kanska! Vit bíða og lurta eftir tíðindum um vaccinur og vóna at klókir heilar skjótt koma við andevni, sum fær okkum at liva óttaleys aftur.

Í kirkjuni verður sagt, at besta vaccina móti ótta, er trúgv. Tá vit vórðu doypt, vórðu vit gróðursett ella sum danir siga ”potað”, tá lítli runnarkvisturin verður potaður í stóra træið. Eins og vit hava andevni móti poliu og meslingum til vit ikki draga andan meira, soleiðis hava vit andevni, sum verja okkum, tá ótti og ivi herja og vit ikki vita okkum veg fram ella aftur.

Sum sálmurin hjá Jóannesi Patursson ”Eg skar mítt navn”  sigur í eina versinum:

Men træið feldi stormur sterki,
og undir børkinum eg tá
fekk sama gamla navnamerki
við somu telging aftur sjá.

Hóast okkara vaccinur, arr og vaccinatiónskort og okkara mótstøðuføri fúnast tann eina dagin, so ber gróðursetingin í lívsins træi inn í ævinleikan.

So tað gongur nokk, tað heila….