Skriva út

Tankar ein mammudag

09.05.2021 Tíðindi

Mangt broytist á mansins ævi. Tey fáu árini eg havi livað, er almikið broytt. Postboðini komu í reyðum postjakka hvønn dag við posti og bløðum, mjólk og róma stóð mann í kø niðri á Meiarínum fyri at fáa, og við hvørt var alt útselt, breyðið var bakað hjá Frants og angin av nýbakaðum bakstri lá um alt grannalagið har. Flestu fyri ikki at siga allar mammurnar vóru heima og børnini gingu út og inn í flestu húsunum í grannalagnum. Mammurnar vóru í kitli og permanentaðum hári,høvdu net og pengapung. Og við hvørt funnu vit børn seðlar og myntir á vegnum, í dag ána børn ikki, hvat tú meinar við, tá tú spyrt um tey vilja hava eitt oyra, halda mann er kannibalur, kanska.

Men samfelagið og alt broyttist og mammurnar fóru út at arbeiða og hennara arbeiði varð virðismett í peningi, tó enn ikki altíð eins nógv og maðurin fekk, tó tey høvdu sama arbeiði. Men kvinnustríð og kvinnubardagi vóru nýggj orð og veruleiki og vit lærdu komandi ættarlið at øll hava líkarætt, og javnt virði, heimurin líggur víðopin óansæð, um tú ert genta ella drongur. Og í dag eru vit eisini farin at ansa okkum og siga ikki teir ella tær, men tey, tí vit eru bangin fyri kynsfascismu.

Kvinnur, sum vóru einkjur og sum ikki tordu at sova einasmallar, eru ikki til longur, tí í dag skiljast øll javnt og savnt og tær náa ikki at verða einkjur. Og um tær verða einkjur, so hava hjúnini selt húsini í trimum hæddum og hava keypt lítla flata íbúð, so ongar trappur eru, samstundis sum heilsumyndugleikar siga at trappurnar eiga lívið í okkara hjørtum.

Vit eru prestar, læknar, vaktir, kavarar, kokkar, heilsurøktarfrøðingar, kvinnur og menn eru á jøvnum føti alla staðni í samfelagnum.....nei, eitt stað eru kvinnurnar ikki, tó kanska nakrar heilt fáar, men bara við hvørt.

Og tað er á ruskstøðini á Sandvíkarhjalla. Altso, tað man vera eitt eldorado fyri dating, tí har eru menn í øllum aldri, ungir og gamlir, spelknir og samansoknir. Teir koma við blankum bilum og ymsum anhengarum, og óansæð hvussu nógv ella lítið konan heima hevur “feng shui” ruddað burtur, so er alt spent við reimum aftur og fram, sum skuldi harðveður brostið á.

Og teir parallelparkera og snara og venda teirra bilum, so eg fái hjartabankan og hugsi “mammmasta teir duga væl”, og har eri eg so hvønn leygardag og síggi hetta macho universið og undrist.

Og menninir eru reinir og snøggir og burturkastið eisini, ikki tung avroð ella gomul grind, men slíkt sum vit “simpulthen ikki hava brúk fyri meira”. Okkurt fer á Tinghelluna, sum er genialt uppfinnilsi. Og eg siti undir liðini á manninum og eygleiði og brúki meg og haldi hesin túrurin er barasta undirhald, ongin er ótolin ella floytar, hetta eru jú sera stórir og dýrir bilar, sum skulu bakka og vendast móti bingjuni, so menninir heilt nonchalant kunnu tveita posarnar í. Teir leika ikki í móti øðrum monnum, her eru ongi “konufólk, sum kódna í koblingini ella ikki fáa vent bilinum”!

Og til ber eisini at hugsa rættiliga filosofiskar og tilveruligar spurningar og tvístøður, meðan mann situr og hyggur at arbeiðandi monnunum. Altso hetta við at vera grønur og ikki bara brúka og smita burtur, hvørki ting ella menniskju. Brennistøðin, har alt forferst eins og vit farast, hóast vit eru forfongilig og halda vit vara ævigt. Vit vilja ikki smitast burtur ella verða sum rukkut bylgjupapp ella verða hurraði í ein konteynara, sum vandamikið burturkast.

Orðini hjá Kingo og Matras um “fáfongd og feigð” verða ljóslivandi her uppi, um “verøld far væl”.

Og tá alt er av, so verða anhengarnir skolaðir og vaskaðir av einslistum , áðrenn teir aftur reinir og skærir snara út á vegin aftur, út til øll hini fólkini.

Og “to do listin” er nú minkaður, hekkurin er kliptur niður, terassan skal hava ein umgang, so vit kunnu sita og neyðhalda okkum við hitalampum, stólum og teppum, tí vit halda at vit búgva í Spania og ikki í arktiskum landi.

Elski Føroyar og fólkið her býr og henda leygardagstúrin, har maðurin hevur meg við sum “anhangara”, tí tað er nakað kjút yvir hesum monnum, sum aftaná ruskkoyring fara heim at eta turran fisk og so eru “tvungnir” at keypa samanplantingar til konuna, tí mammudagur er.

Hetta løgna fyribrigdið mammudagur, har alt er ljósareytt og sjokolátuhjørtu. Hvat er hent? Eru tað vit sum eru endaðar sum totalar “big mammur”, sum púrasta hava tikið yvir, so einasta friðstað er Sandvíkarhjalli?