Skriva út

Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

08.07.2012 Tíðindi
Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

5. sunnudag eftir trinitatis, sum í ár er 8. juli, er vanliga talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina.

Føroyska Sjómansmissiónin, sum byrjaði sítt skipaða arbeiði í 1918, hevur enn ein virknan leiklut millum sjófólkið. Sjómansmissiónin hevur eftir førimuni verið har, føroysk sjófólk hava verið, við sjómansheimum, sjómansstovu ella trúboðara.

Í dag er eitt staðbundið arbeiði uttanfyri Føroyar. Tað er Hotel Ørkin, føroyska sjómansheimið í Reykjavík.

Sjómansmissiónin, sum hevur skrivstovu í Nesvík, hevur ein trúboðara í fulltíðarstarvi og ein í parttíðarstarvi. Harafturat koma frítíðarstarvsfólk.

Trúboðararnir vitja umleið 400 skip og bátar árliga.

40 sjómanskvinnuringar eru knýttir at Sjómansmissiónini. Teir stuðla fíggjarliga, við forbøn og við at gera teir umleið 1300 jólapakkarnar, sum árliga verða latnir sjófólkinum.

Sjómansmissiónin letur føroyskum skipum bókakassa við sangbókum, bíbliu, lestrabók og andaktsbók. Harafturat fáa tey dvd-filmar, har kór, bólkar og einstaklingar syngja kristnar sangir. Eitt innrammað skriftstað fáa skipini eisini at hanga upp í messuni.

Sjómansmissiónin arbeiðir eisini við møguleikanum at gerast meira virkin í Íslandi og Grønlandi.

Arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

Vit vóna, at aftur í ár verður tikið væl undir við hesi innsavnan.

Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.