Skriva út
Talvan gongur 24. oktober!
20.10.2010 Tíðindi

Alt frá gamlari tíð hevur peningur verið savnaður inn í kristnum høpi. Í teim eldru kirkjunum hongur ein kistil úti í forkirkjuni ella ávegis út í forkirkjuna. Ymiskar áskriftir siga frá, hvat endamálið við gávuni er. Mangan eru tað sosial kristilig endamál, t.d. til tey fátæku.
Siðvenjuna við gávum og offrum finna vit umtalaða í skriftini. Templið í Jerúsalem er eitt dømi, og viðurskiftini eru skipað. Umtalan av tí fátæku einkjuni, ið gav alt tað hon átti, er væl kend í NT og kirkjuligum umhvørvi.
Í kirkjunum í Føroyum – eins og í kirkjunum runt allan heimin – verður savnað inn til ymisk endamál. Hjá okkum eru tað tey staðbundnu kirkjuráðini, sum hava avgerðarrættin á hesum øki. Talvan gongur sostatt ikki av sær sjálvum, men kirkjuráðið heimilar, at talvan kann / skal ganga.
Kirkjufólkið hevur millum ár og dag latið stórar peningaupphæddir í talvuna. Bæði til átøk í tí heimliga og tiltøk úti í heimi. Í mongum kirkjum gekk talvan annanhvønn sunnudag um tað mundið, undirritaði byrjaði sum prestur.
Nú verður raksturin av kirkjuni fíggjaður yvir kirkjuskattin, ið er 0,6%. Áður var raksturin fíggjaður av tí, ið talvan gav. Vit minnast væl orðingina : “Komandi sunnudag gongur talvan fyri kirkjuna.” Umleið 12 ferðir árliga – og hvørja ferð altargongd var - gekk talvan til frama fyri kirkjuna á staðnum. Sum ungur prestur taldi eg einaferð talvudagarnar í eini ávísari kirkju. Tað eina árið var talið 28.
Tað er at fegnast um, at kirkjufólkið í mong ár hevur tikið sosial og menniskjanslig atlit og stuðla við gávum, ið eru givnar umvegis talvuna. Neyðhjálp er ein partur av tí ábyrgd, ið kristnin hevur saman við mannaættini sum heild.
Ikki einans úti í heimi er støðan álvarsom. Eisini í Føroyum eru tað familjur, ið hava tað svárt. Til tess at hjálpa teimum, ið ikki hava ráð til hugnalig barnajól, er átakið “Í menniskjum góður tokki” sett í verk. Talan er um eitt arbeiði, ið Annlis Bjarkhamar hevur tikið stig til. Onnur hava tikið undir við hennara visjón. Kirkjur, samkomur, felagsskapir, fyritøkur og einstaklingar taka í ár lógvatak saman. Samanhald gevur styrki, so tey, ið ikki hava ráð til barnajól, kunnu fáa eina hjálp ella ein stuðul, sum ger jólini unnilig.
Á einum skeiði fyri prestarnar, ið varð hildið við Gjógv 22. – 23. september í ár, kunnaði Annlis Bjarkhamar um hetta átakið. Prestarnarnir vóru ógvuliga jaliga sinnaðir, og vit avgjørdu at heita á kirkjuráðini við bøn um ein talvudag. Og kirkjuráðini hava víst hesi áheitan vælvild.
Sunnudagin 24. oktober gongur talvan í kirkjunum til frama fyri átakið “Í menniskjum góður tokki”.
JF.
Onnur tíðindi