Skriva út

Talgildur bóklingur um Reformatiónina

10.11.2023 Tíðindi
"Trúbótin 500 ár 1517 - 2017." Ólavur í Geil, ið hevur samskipað talgilda bóklingin, og Uni Næs frá Føroyskum Kirkjumáli. Mynd: Jórun Johannesen.

Í dag er 10. november - føðingardagur Martin Luthers í 1483.

Í 2017 hátíðarhelt Evangeliska lutherska kirkjan, at 500 ár vórðu liðin síðan reformatiónina. Nógv tiltøk vórðu hildin víða um heimin - eisini í Føroyum.

Føroyskt Kirkjumál hevur í dag givið út bóklingin "Reformatiónin 500 ár 1517-2017". Hetta er eitt yvirlit yvir tiltøk, sum vóru á skránni fyri 6 árum síðan.

Tað sermerkta við hesum bóklingi er, at tilfarið gevur talgilda atgongd til nógv av tiltøkunum um reformatiónina, sum vórðu send í útvarpi og í sjónvarpi hjá Kringvarpi Føroya.

Tilfarið er upplýsandi, og við ávísum tillagingum er hetta væl egnað í undirvísingarhøpi í skúlum, kirkjum og samkomum.

Bóklingurin sæst eisini her.

Tað ber til at fáa bóklingin á skrivstovuni hjá Føroyskum Kirkjumáli,
J. Paturssonargøta 20, tlf 237324 ella í Bókamiðsøluni á Hjalla 7 B,
188 Hoyvík, tlf 313756.

Føroyskt Kirkjumál