Skriva út

Talan hjá Bergtóri Hjelm Bjarkhamar helt á Vinnuháskúlanum í dag

01.11.2021 Tíðindi
Mynd: hvannasund.fo

Í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans!

Tekstur: Opinberingin 21,1-7.

Vit, sum fødd eru við hesar Atlantshavsins strendur, vita, at annaðhvørt vit eru á sjógvi ella landi, eru vit altíð nær við havið. Vit vita tí eisini, at ta einu løtuna kann henda frá skaparans hond ótamda megi vísa seg so vakurt við silvitni og logn, men ta næstu so uppøst við brimi og uppgangi. Havið bæði hugtekur og skapar ótta. Stundum var tað vinur okkara og stundum fíggindi okkara. Tí hevur virðingin fyri havinum og øllum tí, sum tað gevur og krevur, altíð verið stór. Havið gevur, og havið tekur, siga vit í ásannan av, at havið er tað, sum fyri størsta partin hevur givið fólkinum mat í munnin og borið tí uppi; men tað kom eisini fyri, at havið tók tað besta, dýrasta og kærasta frá okkum.

Allahalganna dagur lyftir við sínum boðskapi eygu okkara fram móti Guðs ríki og ger harvið minnini livandi um tey, sum undan okkum eru farin hiðani og inn í ævinleikan. Sorgin er ein partur av tilveru okkara. Tá ið vit missa ein kæran, missa vit nakað av okkum sjálvum. Vit liva ikki sum einstaklingar, men vit liva í felagsskapi. Tí koma vit saman til hetta minningarhald. Saman vilja vit steðga á eina løtu til tess í virðing at minnast og siga tøkk fyri tey, ið lótu lívið í yrki sínum á sjónum. Vit gleðast um og eru Guði takksom fyri, at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum hetta seinasta árið; men tað eru tey, sum eisini í dag minnast ein kæran, tey mistu á sjónum í hesum árinum; í tí sambandi vilja vit minnast Eivind Andreas Warberg, sum druknaði í Oyndarfirði 45 ára gamal, tankar okkara og samkensla leita í dag til hansara kæru.

Kierkegaard sigur einastaðni um lívið, at tað er eins og havið. Tá ið tað er kyrt, er havið blankt og himmalin speglar sær í tí. Men tá ið vindurin blæsur, og tað gerst ókyrt, sæst ongin spegilsmynd av himmalinum, hóast hann er bláur, tí onki speglast í tí óslætta sjónum. Tá lívsins brotasjógvar bróta og vit standa hjálparleys kann himmalin tykjast afturlatin. Vit skilja ikki altíð Guðs vegir. Mangan gjørdist Guð ein gáta – ein stórur spurningur fyri okkum; men vit skulu víðari í lívinum, og vit trúgva, at Guð er við okkum, og at hann fer við okkum inn í framtíðina. Vit fáa frá honum lívsmót og dirvi at liva, eisini tá ið vit verða rakt av deyða, sorg og hjálparloysi. Vit fara víðari, tí vit skulu víðari. Vit eru sannførd um, at lívsins Guð heldur okkum uppi og gevur okkum dirvi til at liva víðari hóast miss og mótburð.

Á henda hátt kastar allahalgannadagur eitt ljós niður yvir stríðið og líðingina her á fold og ber okkum í boðskapi sínum ta vón, at tá ið alt gongur okkum ímót, tá kunnu vit kasta okkum í Guðs armar og lata hann ugga okkum í neyðini. Har vit standa hjálparleys, megnar Guð at troysta og geva lívsmátt og lívsvilja. Vit eru tí ongantíð uttan fyri Guðs vald, og hvør tann sum trýr sær eisini ein opnan veg úr neyð, sorg og deyða. Trúgvin trýr og sær tað, sum er út um tíð og rúm.

Allahalgannadag møtast fortíðin, nútíðin og framtíðin á ein serligan hátt. Vit steðga á og minnast – minnast í vón hóast sorgin eisini er her. Vit takka og minnast, tí størri enn lívið er vónin um hitt æviga, at deyðin er ikki hitt seinasta, men at einaferð skulu fortíð, nútíð og framtíð hittast í teirri ævigu løtuni, tá pína, sorg, ótti og longsul ikki longur skulu vera til.

Tann Guð, sum skapaði himmal og jørð, letur okkum í orði sínum sleppa at síggja ta nýggju jørð og tann nýggja himmal, har alt hitt fyrra er farið, og Guð hevur gjørt allar lutir nýggjar.

Tí eiga vit at hyggja frameftir við treysti og vón. Lívið er fyri framman, tað æviga og fullkomna eiga vit á; men Guð skaparin boðar okkum, at vit skulu liva. Tjaldbúð hansara er hjá menniskjunum. Guð boðar okkum lív hóast deyða, tá hann við tíðarinnar enda, tá ið hitta fyrra er farið, skal savna øll síni børn til sín og gera tey nýggj til æviga sælu saman við sær.

Í einum av kendu sálmum okkara verður sungið:
Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin og horvið er hav. (579,6 SFK)

Amen.